Annars stuðul

Serlig stuðulsskipanir

Stuðul í serstøkum førum í Norðanlondum

Henda skipan veitir stuðul í ávísum førum til livikostnað og í serstøkum førum til skúlagjald í Norðurlondum.

Nærri kunning fæst frá Altjóða Skrivstovuni.

Íslendskur lestrarstuðul

Íslendska mentamálaráðið lýsir árliga við stuðli til føroysk lesandi, sum hava hug at lesa eitt skifti Íslandi.  Lýst verður við stuðlinum á heimasíðuni. Umsóknarfreistin er vanliga 1. desember, nærri kunning HER.

Legat til USA

Danmark-Amerika Fondet & Fulbright Kommissionen hava størsta úrvalið av legatum til Graduate universitetslesnað og/ella gransking í USA. Umsóknarfreistin fyri legat til lesnað ella gransking er vanliga  í mars mánaða.

Við at fara inn á heimasíðuna www.wemakeithappen.dk  fært tú meiri at vita um tað at lesa ella granska í USA , eins og til ber at taka umsóknarskjalið niður. Eisini ber til at ringja á +45 - 33 12 82 23 ella skriva til advising(at)daf-tulb.dk

Danmark-Amerika Fondet & Fulbright Kommissionen
Fiolstræde 24, 3
DK-1171 København K