Stuðul uttanlands

Danska SU-skipanin veitir stuðul til føroysk lesandi

Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og koma tí vanliga undir donsku SU-skipanirnar, tá vit lesa uttanlands – bæði í Danmark og øðrum londum. Í § 6 stk. 4 í lógini um lestrarstuðul stendur:

”Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Studna.”

Hetta merkir, at ein føroyingur fyrst skal troyta tey rættindi, hon ella hann hava hjá SU, áðrenn stuðul kann fáast frá Studna. Tað er tó so, at Studni hevur nakrar serligar skipanir fyri føroyingar uttanlands.

Stuðulin frá SU er skattskyldugur og inntøkan ávirkar stuðulin um inntøkan er ov høg.

Stuðulin frá SU í 2015 er fyri útibúgvandi:
Stuðul pr. mðr:5.903,-
Ískoyti til einligar forsyrgjarar:5.903,-
Ískoyti til forsyrgjarar, sum búgva saman við einum sum fær SU stuðul:2.358,- 
Ískoyti til lesandi við rørslutarni:8.394,-
Lán pr. mðr:3.020,-
Ískoyti SU-lán til forsyrgjarar:1.511,-
Endalán:  7.791,-
Stuðul til undirvísingargjald:max. 2.304,-

Víst verður til www.su.dk viðvíkjandi stuðli frá SU.