ÚSUN-skipanin

Til tey, ið lesa hægri lestur uttanfyri Norðurlond

ÚSUN-skipanin, er ein skipan fyri tey, ið lesa hægri lestur uttanfyri Norðurlond. Gjøgnum hesa skipan er møguleiki at fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað í ávísum førum, har hesin stuðul ikki fæst frá SU.

Tá ið útbúgvingin er góðkend av SU-styrelsen, letur ÚSUN árliga lestrarpening upp til 80.000 kr. (2015/16) í í mesta lagi 6 ár.

Kostar skúlin meira, ber til at læna frá STUDNA.

Í 2015 fæst SU upp til 4 ár - pr. mðr.: 5.903,-. Um lesturin er longri, kann ÚSUN stuðla við 3.815,- um mðr. Vanliga í eitt ár longri enn normeraða lestrartíðin.