Lestrarhandbók

Um viðurskifti viðvíkjandi lestri

Síðurnar undir teiginum "Lestrarlív" eru at rokna sum ein lestrarhandbók og venda sær mest til nýggj lesandi - og kanska eisini til tey uttanfyri Setrið, sum eru forvitin eftir at vita, hvussu tað er at vera lesandi á Setrinum.

Undir hesum tátti "Hent vitan um lestur" fæst at vita um ymisk umráðandi viðurskifti, sum viðvíkja sjálvum lestrinum á Setrinum, umframt nøkur góð ráð og nakrar orðafrágreiðingar, har greitt verður frá heitum og hugtøkum, sum verða nógv nýtt í universitetsheiminum.