Góð ráð til lestrarbyrjan

Umráðandi at vita

Sum nýggj/ur lesandi hevur tú eisini tína ávirkan á, hvussu tín lestrarbyrjan verður. Her fært tú nøkur góð ráð í hesum sambandi:

  • Ver væl við frá lestrarbyrjan og gev útbúgvingini ein kjans
  • Tak ábyrgd fyri egnari læring
  • Legg til rættis og raðfest arbeiði og frítíð, og minst til, at universitetslestur er fulltíðarstarv
  • Fá tær góðar rutinur og skipa gerandisdagin
  • Finn skjótt saman við góðum lestrarfelagum
  • Ver virkin í lestarumhvørvinum
  • Fyrireika teg til at læra nakað nýtt við einum øðrum slag av undirvísarum, nýggjum læru-og undirvísingarhættum og sjálvstøðugum arbeiðslag
  • Skiftið kann vera stórt – eisini hvat próvtølum viðvíkur
  • Spyr teg fyri, eitt nú hjá lestrarvegleiðara, áðrenn tú rennir teg fasta/n
  • Ver kristisk/ur – ikki neilig/ur – men granskandi
  • Hugsa um starvslæru- og skiftismøguleikar undir lestrinum
  • Halt tíðarfreistirnar
  • Halt frí frá lestrinum/bólkunum av og á
  • Minst til, at tað eru nógv, ið fegin vilja hjálpa tær at trívast og at røkka tínum málum.

Góðan lestrarhug!