Kunning um góðskriving

Umsókn um góðskriving

Góðskrivingar verða viðgjørdar tvær ferðir árliga, í heysthálvuni og í várhálvuni.

Tak niður umsóknarblað her

Setrið kann eftir umsókn og fakligari meting játta at góðskriva skeið og partar av útbúgvingum, sum eru lokin, ella sum ætlanin er at lúka á øðrum universitetum.

Hvat kann verða góðskrivað

  1. Longu loknir námspartar av aðrari føroyskari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
  2. Longu loknir námspartar av útlendskum námi á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
  3. Góðkenning frammanundan, forhondsgóðkenning, í sambandi við lestrarvist: Ætlaðir námspartar frá aðrari útlendskari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til. Eitt nú norðurlendsk summarskeið og Nordliks/Nordplus-vistir.

Hvussu nógv kann verða góðskrivað

Í bachelornámum í  føroyskum, søgu og samfelagsfrøði kunnu í mesta lagi 40 ECTS verða góðskrivað. Í námsfrøðinga- og læraraútbúgvingini tó 45 (ein linja).

Í masternámi kunnu í mesta lagi 60 ECTS verða góðskrivað, tá bachelornámið er lokið á Setrinum. Annars kunnu masterlesandi fáa 30 ECTS góðskrivað.

Í hjánámi kunnu tey 30 ECTSini, sum verða kravd á masterstigi, verða góðskrivað.

Umsókn

Søkt verður um góðskriving við umsóknarblaðnum Umsókn um góðskriving, ið verður latin inn á avvarðandi deild.

Umsóknarfreistir

Søkt kann verða um góðskriving tvær ferðir árliga
Lærara- og námsfrøðingalesandi skulu søkja innan 20. august og 1. mars.
Øll onnur lesandi á HugSamNám skulu søkja innan 1. oktober og 1. mars.

Gevið gætur: Aðrar umsóknarfreistir og treytir eru fyri lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini. Les meira HER.