Hvat er universitetslestur?

Hugtakið víðari lestur ella universitetslestur fevnir um fleiri sløg af útbúgvingum, sum tó eru ymiskar hvør sær. Eitt nú er lestrartíðin ymisk, bygnaðurin er ymiskur, og útbúgvingarnar eru staðsettar ymsastaðni.

Yvirskipað er víðari lestur eitt nú bachelorútbúgvingar, kandidat- og masterútbúgvingar og ph.d. útbúgvingar. Umframt hetta eru eftirútbúgvingar, sum venda sær til vaksin, sum longu hava eina útbúgving og hava verið úti á arbeiðsmarknaðinum. Tá er talan um gjaldsútbúgvingar.

Felags fyri víðari lestur er, at ein skal hava tikið eina miðnámsútbúgving fyri at verða upptikin. Útgangsstøðið er eitt gymnasialt miðnámsskúlaprógv. Møguleiki er eisini fyri at verða upptikin á øðrum grundalag, eitt nú við viðkomandi arbeiðsroyndum, stakgreinum ella við einum prógvi, sum kann sammetast við hetta. Tá er talan um upptøku eftir kvotu 2.

Flestu útbúgvingarnar á Setrinum verða bjóðaðar út á føroyskum, men onkrar eisini á enskum. Tá er serliga talan um masterútbúgvingar.

Hugvísindi, humanistisk vísindi og útbúgving er heiti fyri eina røð av universitetsfakum innan klassisk og nútíðar mál, listarlig fak sum tónleik, bókmentir, leiklist og filmvísindi og listasøgu, mentanarsøgulig fak sum heimsspeki, søgu, fólkalívsfrøði, fornfrøði v.m.

Grundarsteinurin fyri hugvísindum er humanisma. Orðið hugvísindi ella humaniora kemur úr latíni (studia) humaniora, komparativt af humanus ella menniskjaligur. Í renessansuni var hetta brúkt um tað menniskjaliga mótvegis tí guddómliga (gudfrøðiliga), nú á døgum mest brúkt í mun til náttúruvísindi.

Samfelagsvísindi, er tann parturin av vísindunum, sum viðgera fleiri partar av menniskjaligum felagsskapum, samfelag, eitt nú, sosial, fíggjarlig og politisk viðurskifti.

Samfelagsvísindi eru eitt ógvuliga samansett fakøki við fleiri ógreiðum mørkum bæði innanhýsis, serliga í mun til hugvísindi, og í mun til háttaløg.

Søguliga sæð stendur serliga búskapur, sum oftast verður sæddur sum havandi tryggasta háttalagið, og harnæst samfelagsfrøði og sosiologi. Seinni eru fólkalívsfrøði, sosial mannfrøði, siðsøgugeografi og sosial sálarfrøði, komin innan hetta fakøkið. Eisini løgfrøði er partur av hesum bólki, eins og búskaparsøga, sosialsøga, sálarfrøði og námsfrøði. Søga, bæði politisk søga og mentanar- og hugmyndasøga, verða hin vegin ofta roknað í fakøkið hugvísindi.

Í námsvísindum verður sjóneykan sett á hugtøkini sosialisering, uppaling, undirvísing og útbúgving, bæði ástøðiliga og í mun til praksis. Høvuðsspurningar í hesum sambandi eru, hvussu menniskju nema sær kunnleika, tilogna sær lærdóm og mennast gjøgnum lívið. Fakøkið er fjøltáttað har námsfrøði, sálarfrøði, didaktikkur, sosialisering og ymisku fakøkini, sum eru viðkomandi innan stovnslív og skúlaverk, skapa eitt grundarlag fyri at virka sum námsfrøðingur ella lærari.

Innan námsvísindi verður granskað í spurningum um, hvussu menniskju læra og mennast, bæði ástøðiliga og í praksis, til tess  at koma fram til størri sannkenning og vitan um evnini.

Náttúruvísindi eru tann parturin av vísindaligari gransking, sum fæst við generell náttúruvísindalig fyribrigdi og lógir, millum annað menniskjað sum lívfrøðilig vera.

Fakøkið hjá náttúruvísindunum er sjálv náttúran, sum verður máld og kannað empiriskt og er tí realvísindi. Støddfrøði, sum er formalvísindi, er ikki sum so partur av náttúruvísindunum, men tó eitt týdningarmikið amboð hjá hesum.

Náttúruvísindi fevna um fleiri vísindagreinar; eyðkendar eru eitt nú stjørnufrøði, alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði og jarðfrøði.

Heilsuvísindi eru ein breið og samansett vísindagrein, sum innihaldsliga fevnir um nógv ymisk náttúru- og hugvísindaøki. Gransking í heilsuvísindi er tískil innan fakøkini medisin, fysiologi, fólkaheilsu, mýlska lívfrøði, arvalæru, sálarfrøði, sosiologi og sjúkrarøkt, har fyrst og fremst kvantitativir, men eisini kvalitativir granskingarhættir verða nýttir.

Depilin fyri Heilsugransking arbeiðir m.a. við biomedisinskari grundgransking, kliniskum kanningum, størri kohortukanningum, umframt vísindaligari gransking í fyribyrging og viðgerð av sjúkum. Granskingin verður framd í tættum samstarvi ímillum universitets-, sjúkrahús- og virkisøki.