Próvtøkur

Próvtøkurnar eru vanliga, tá eitt skeið ella ein eind eru liðug.

Próvtøkurnar liggja vanliga í desember og januar eftir heysthálvuna og í mai og juni eftir várhálvuna.

Tó kunnu frávik vera frá hesum. Eindirnar á Sjúkrarøktarfrøðideildini og Nátturuvísindadeildini eru til dømis øðrvísi bygdar upp enn lestrarhálvurnar á hinum deildunum. Les meira um hetta á síðunum um tær ymisku útbúgvingarnar, sum tú finnur undir skránni "Útbúgvingar".

Tá tú tekur av einum lestrarplássi og hevur latið inn váttan um innskriving, er hetta samstundi innskriving til próvtøkurnar á útbúgvingini.

Men meldar tú teg til onnur skeið skal tú spyrja teg fyri á deildarskrivstovuni um innskriving til próvtøku er neyðug.

Er sjúka orsøk til, at tú ikki kanst møta próvtøkudagin, eigur tað at verða skrivliga fráboðað sum skjótast saman við læknaváttan og áheitan um, at fráveran ikki verður roknað sum próvroynd.

Um tú ikki møtir til próvtøku og ikki hevur meldað frá henni, verður tú skrásettur fyri eina fullgilduga próvtøkuroynd og tú hevur brúkt tann fyrsta av tínum trimum próvtøkmøguleikum í hesum faki.

Ein lestrarlisti er tað sama sum ein pensumlisti. Tú skalt hava ein slíkan, tá tú fert upp til próvtøku.

Tað er ymiskt, hvussu farið verður fram. Í summum førum er hann gjørdur fyri teg frammanundan og í øðrum førum skalt tú sjálvur seta hann saman, fyri próvtøkuna.

Um tú ber brek, kann tað eftir serligari áheitan frá tær verða skipað fyri serligum tiltøkum í sambandi við próvtøku, sum t.d. longdari tíð ella serhøli.

Umsókn við próvtilfari eigur tá at verða innkomin saman við innskrivingini hjá tær.

Stendur tú ikki próvtøkuna, hevur tú rætt at sleppa upp til endurpróvtøku.

Á summum deildum liggja endurpróvtøkurnar ávísar vikur í árinum.

Tú kanst í mesta lagi fara tríggjar ferðir til somu próvtøku. Leiðslan kann tó eftir skrivligari umsókn loyva tær at fara til próvtøku í sama faki fjórðu ferð, um serligar umstøður tala fyri tí.

Umsókn um undantaksloyvi skal vera latin deildini í seinasta lagi tvær vikur eftir, at tú hevur fingið boð um, at tú ert fallin triðju ferð.

Eftir, at tú ert fallin triðju ferð ert tú roknaður sum útskrivaður av Setrinum.

Próvdómarar skulu tryggja:

  1. At krøvini til skrivligu ella munnligu uppgávuna eru í tráð við tey endamál og krøv, sum eru lýst í kunngerðum, námsskipanum, o.s.fr.
  2. At próvtøkurnar eru í tráð við galdandi reglur og at lesandi fáa eina rættvísa og eins viðgerð, tá mett verður um teirra avrik
  3. At metingin er í tráð við galdandi reglur fyri próvtøl

Tað er harafturat ein uppgáva hjá próvdómarum støðugt at geva sítt íkast til arbeiðið við góðskutrygging og menning av útbúgvingum.

Um tú kennir teg órættvíst viðfarna/n, so hevur tú møguleika at kæra. Tú kanst kæra um próvtøkur sambært galdandi reglum. Kæran skal verða Fróðskaparsetrinum í hendi í seinasta lagi tvær vikur eftir, at próvtalið er givið. Tó ber at søkja um undantak.

Um kæran snýr seg um próvtal ella hvussu mett hevur verið um teg undir próvtøkuni, sendir Fróðskaparsetrið kæruna til prógvhoyrara og próvdómara at viðgera. Hesi orða síðani eitt svarskriv til kæruna. Tú kanst gera viðmerkingar til svarskrivið, áðrenn Fróðskaparsetrið ger ein úrskurð. Snýr kæran seg um mistøk við próvtøkuni, kann Fróðskaparsetrið gera úrskurð í málinum, uttan at senda kæruna víðari til prógvhoyrara og próvdómara.

Tú skalt hava svar upp á kæruna í seinasta lagi seks vikur eftir at Fróðskaparsetrið hevur móttikið kæruna. Verður hetta ikki gjørt, skalt tú hava beinleiðis boð um hetta og nær tú kanst vænta tær svar.

Fróðskaparsetrið kunnar á heimasíðuni um framferðarhátt í samband við kærur og lesandi kunnu tí fáa vegleiðing í at orða kærur á alnótini. Les meira um tað her.

Sum lesandi skal tú fylgja reglunum um vísindaligt rættlæti - tvs. ikki fremja vísindaligt óreglusemi (plagiarismu).

Tað er óreiðiligt at lata vera við at uppgeva/dylja á slíkan hátt, at villleiðing stendst av viðvíkjandi avriki tínum.

Til dømis metist tað sum dyljing ikki at geva upp allar heimildir til ritgerð.

Avskrift og eftirgerð av tekstum hjá øðrum er falsan, um ikki greitt verður tilskilað, hvat er sitat, hvat er endursøgn av teksti hjá øðrum, og hvaðani hugmyndir, sum ikki eru almennar og ikki eru tínar, eru fingnar.

Verður stuldur og svik avdúkað í skrivligum uppgávum, bæði próvtøkuuppgávum og øðrum innlatingum, verður hetta revsað, og í ringasta føri kann tú verða burturvístur av Fróðskaparsetrinum.

Dømi, sum heilt greitt eru svik, er at lata uppgávu inn, sum tú ikki sjálv/ur hevur skrivað ella at lata somu uppgávu inn til fleiri próvtøkur.

Les meira um próvtalsstigan, sum nýttur verður á Fróðskaparsetri Føroya HER.

Vanligt er at hava hug til okkurt heilt annað, tá tú skalt lesa til próvtøku. Jólini nærkast í hvørjum, ella summarið byrjar at gera seg galdandi. Tað kennist ómenniskjaligt at skula sita inni og lesa og terpa.

Soleiðis er tó ikki neyðugt at hava tað, um ein fyrireikar seg væl frá byrjanini.

Próvtøkufyrireikingin byrjar í roynd og veru tann dagin, tá lesturin byrjar. Vilt tú hava eitt gott úrslit, mást tú kýta teg frá fyrsta degi. Munadyggir arbeiðs- og lesivanar, so sum virkin luttøka í undirvísingini og viðkomandi notat frá ymsu lærugreinunum heilt frá byrjan, er besta próvtøkufyrireikingin.

Sjálv próvtøkutíðin er tíðin, har tú fært yvirlit yvir tína vitan, fært fylt møgulig hol – fært gleðina av at hava endað eina hálvu. MEN fyri tey flestu er tað ein tíð við sera umfatandi innlæring, har tú skalt ogna tær vitan, sum tú ikki náddi í lestrarhálvuni.

At duga væl at vera til próvtøku er í ávísan mun ein spurningur um venjing og teknikk. Tað minnir eitt sindur um lestraraga, men munurin er, at trýstið kennist størri orsakað av tíðarneyð og psykiskum fjáltri.

Fjáltur í sambandi við próvtøku er bæði vanligur og skilligur, tá tú hugsar um álvara í støðuni. Tað er heldur óvanligt, um tú ikki hevur fjáltur. Órógv, sveittutar hendur, kitlan í búkinum – hesi eru øll tekin um, at kroppurin er í tilbúgving. Men tað má hann eisini vera, tá tú í eitt avmarkað tíðarbil skalt gera títt allarbesta. Brúka fjálturin, tí hann er eyka orkutilskot.

Próvdómarin og lærarin kenna til trýstið og vita, hvussu tað kennist. Teir hava sjálvir staðið í hesi støðu, tá teir vóru studentar. Um tú ikki heilt hevur tak á fjáltrinum, eru nøkur einføld ráð, ið tú kanst royna:

  • Anda leingi og djúpt inn við opnum munni og anda spakuliga út, meðan varrarnar varisliga verða trýstar saman (so eitt ljódligt blásiljóð hoyrist).
  • Slá eina regluliga takt við fingrinum á búkin, soleiðis at tú leiðir títt uppmerksemið hagar. 
  • Set teg í bilin, um tú hevur ein, koyr útvarpið frá og syng av øllum alvi. Hetta hitar eisini røddina upp.

Fjáltur er vanligur og hentur

Fjáltur í sambandi við próvtøku er bæði vanligur og skilligur, tá tú hugsar um álvara í støðuni. Tað er heldur óvanligt, um tú ikki hevur fjáltur. Órógv, sveittutar hendur, kitlan í búkinum – hesi eru øll tekin um, at kroppurin er í tilbúgving. Men tað má hann eisini vera, tá tú í eitt avmarkað tíðarbil skalt gera títt allarbesta.

Brúka fjálturin, tí hann er eyka orkutilskot.

Próvdómarin og lærarin kenna til trýstið og vita, hvussu tað kennist. Teir hava sjálvir staðið í hesi støðu, tá teir vóru studentar.

Um tú ikki heilt hevur tak á fjáltrinum, eru nøkur einføld ráð, ið tú kanst royna:

  • Anda leingi og djúpt inn við opnum munni og anda spakuliga út, meðan varrarnar varisliga verða trýstar saman (so eitt ljódligt blásiljóð hoyrist).
  • Slá eina regluliga takt við fingrinum á búkin, soleiðis at tú leiðir títt uppmerksemið hagar. 
  • Set teg í bilin, um tú hevur ein, koyr útvarpið frá og syng av øllum alvi. Hetta hitar eisini røddina upp.

Frá fjáltri til ótta

Flestu lesandi uppliva fjáltur, áðrenn og undir eini munnligari ella skrivligari próvtøku eina ella fleiri ferðir gjøgnum lestrartíðina. Vanligir summarfuglar í búkinum kunnu vera ein fyrimunur, tí teir hvessa uppmerksemið, og fáa okkum til at leggja meiri fyri og tískil fáa vit eitt betri úrslit. Fjálturin kann blíva til ótta, um tú hugsavnar teg ov nógv um upplivingina av fjáltrinum og letur tankan um hann forða fyri vitanini um evnið og fyri framløguni av henni.

Próvtøkuótti vísir seg á ymsan psykiskan og fysiskan hátt og kann koma av ymsum orsøkum. Óttin kann koma fram í ávísum støðum ella bara tilvildarligt uttan at fylgja einum mynstri. Hevur mann fingið trupulleikar við próvtøkuótta, letur til, at hann verður verri við tíðini, um tú ikki søkir tær hjálp.

Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu nógv ein verður merktur av próvtøkuóttanum, og hvussu stóran týdning hann hevur í mun til próvtøkuna. Hóast próvtøkuóttin ikki er líka ringur hjá øllum, er hann slítandi í longdini.

Tað er eingin undurviðgerð av próvtøkuótta, men tað eru ymsir hættir, sum kunnu hjálpa teimum flestu við at fáa bilbugt við hann.

Tó eru tað hópin av lesandi, ið uppliva meiri darvandi ótta, tá tað kemur til próvtøkur.

Tað verður ein strongd støða, ið leiðir til negativar tankar um ein sjálvan og evnini hjá einum. Hjá summum er óttin so ógvusligur, at tey mugu leita sær hjálp hjá sálarfrøðingi.

Hjálp til at sleppa av við fjálturin

Um tú stríðist við próvtøkuótta, so halt teg ikki aftur við at leita tær hjálp frá lestrarvegleiðaranum á tíni deild. Les meira HER.