Reglugerð fyri mentorskipanina

1. Endamálið við mentorskipanini

1.1 Styrkja samleikan hjá teim lesandi á Setrinum

Umráðandi er, at øll lesandi fáa javnbjóðis tilboð, og at skipað verður fyri tiltøkum, sum á ein ella annan hátt stuðla upp undir, at nýggj lesandi kenna seg vælkomin og skjótt kunnu samkenna seg við umhvørvið á Setrinum.
Ein partur av hesari tilgongdini er, at eldri lesandi fáa í boði at verða knýtt at nýggjum lesandi sum mentorar fyri at hjálpa teimum nýggju í gongd bæði sosialt og fakliga, og soleiðis gera tað lættari fyri tey at lesa á Setrinum og at kenna seg sum part av umhvørvinum á Setrinum.

1.2 Kunna lesandi um at taka ábyrgd av egnari læring

Umráðandi er, at nýggj lesandi beinanvegin fáa kunnleika til, hvat væntað verður av teimum, m.a. at tey sjálvi hava ábyrgd av at leita sær kunning, at tey hava ábyrgd av egnari læring, og ábyrgd av at ogna sær hollar lestrarførleikar v.m.
Tey eiga eisini at verða kunnað um, hvussu tey sum lesandi kunnu fáa ávirkan á Setrið gjøgnum Stýrið, Ráð Teirra Lesandi o.o. málgøgn. Møguleiki er fyri at geva teimum nýggju lesandi síðstnevndu kunning í framløgu á felags innleiðsludegnum.

1.3 Vísa lesandi á aðalreglur fyri vandamálsgrundaða, evnislagaða læring

Umráðandi er, at tey nýggju lesandi skjótast gjørligt fáa innlit í, fatan og sannkenning av, hvat tað vil siga at lesa á einum universiteti við serligum atliti at lærugreinini, tey lesa, og at tey fáa eina greiða fatan av, hvat lestur er (her undir ymisk lestrartøkni og –amboð), og hvat tað vil siga at arbeiða vísindaligt/tvørvísindaligt. Haraftrat er umráðandi, at tey nýggju lesandi fáa neyvt innlit í, hvørjar akademiskar førleikar og arbeiðshættir tey skulu ogna sær tey árini, tey lesa, so lunnar verða lagdir undir at menna góðar lestrarsiðvenjur og sjálvstøðuga lestraratferð hjá teim lesandi, ið kann stuðla upp undir, at so nógv sum gjørligt fæst burturúr lestrinum, og at so mong lesandi sum gjørligt fullføra lesturin.
Í royndini at fáa tey nýggju lesandi til beinanvegin at taka vísindaliga vandamálsgrundaða, evnislagaða læring í akademiskum útbúgvingum til sín, eiga mentorar at leggja dent á at eggja til kjak um galdandi undirvísingarformar og lestrarsiðvenjur – t.d. við at lesandi kjakast í bólkum um teirra royndir av ymiskari undirvísing og lestrarsiðvenjum.

1.4 Fyrireika lesandi til at skipa bólkar og til at arbeiða í bólkum

Umráðandi er, at tey lesandi verða fyrireikað til at arbeiða í bólkum. Eitt av endamálunum við mentorskipanini er at hjálpa teim lesandi at gerast før fyri sjálvi at taka stig til at arbeiða saman við øðrum lesandi í bólkum og fullføra hesa tilgongd.
Ítøkiliga kann hetta henda við at eldri lesandi / mentorar – við hjálp frá undirvísarum og lestrarvegleiðarum – stovna lesibólkar og við støði í teirra vitan og royndum kunna tey lesandi um reglur og háttaløg fyri bólkaarbeiði, umframt stuðla teimum í at loysa samstarvsuppgávur, har ymiskir mátar at skipa bólkar og ymisk arbeiðsløg verða roynd.

1.5 Stuðla lesandi í at byggja upp sosialar felagsskapir

Umráðandi er, at tey lesandi verða eggjað til at geva sær tíð og umstøður til sosiala samveru innanhýsis í teim fakligu felagsskapum, tey eru partar av.
Tí eigur at vera skipað fyri tiltøkum, sum geva teim lesandi góðan møguleika at læra hvønn annan væl at kenna, har mentorar og/ella onnur verkseta tiltøk og aktivitetir, sum stuðla uppundir hesa tilgongd, og styrkja felagsskapin millum tey lesandi.

2. Bygnaður

2.1 Ábyrgdarbýti

Lestrarskrivstovan hevur yvirskipaðu ábyrgdina av mentorskipanini.

2.2. Leikluturin hjá Lestrarskrivstovuni

Í felag finna partarnir mentorar millum eldri lesandi á hvørjari deild. Til ber eisini at lýsa eftir mentorum. Hvør mentorur verður knýttur at ávísum flokki ella bólki, sum viðkomandi er mentorur fyri fyrsta lestrarárið.

Tá mentorarnir eru funnir, verður eggjað til, at mentorarnir sjálvir skipa seg innanhýsis. Ein av teimum átekur sær at hava leiklutin sum samskipandi kontaktpersónur fyri mentorarnar. Hesin persónur fær eyka samsýning fyri henda leiklut.

Lestrarskrivstovan bjóðar nýggju mentorunum á fund í juni, har tey fáa kunning um, hvat tað merkir at vera mentorur. Mentorarnir halda síðani fund sínámillum og skipa seg innanhýsis, her ímillum býta uppgávur og ábyrgd.

Lestrarskrivstovan stuðlar arbeiðnum hjá mentorunum við t.d. at taka sær av ymiskum praktiskum uppgávum, so sum at leiga gistingarhús til innleiðslutúrarnar, taka ímóti tilmeldingum og gjøldum frá lesandi og skipa fyri bussferðum aftur og fram fyri tey lesandi.  Meira um hetta undir pkt. 3.

2.3 Leikluturin hjá mentorunum

Mentorarnir verða hvør sær knýttir at ávísum bólkum av nýggjum lesandi, sum teir fylgja og eru kontaktpersónar hjá fyrsta lestrarárið.
Mentorarnir hava fylgjandi ítøkiligu uppgávur:

  • Saman við øðrum mentorum at skipa fyri trivnaðartiltøkum fyri nýggj lesandi, so sum felags innleiðsludegi, innleiðslu i Studentacaféini í Fr. Petersensens gøtu og innleiðslutúrum.
  • At samstarva við lestrarskrivstovuna og Ráð Teirra Lesandi – og saman við teimum koma við uppskotum um skipan og tilrættalegging av tiltøkunum fyrsta lestrarárið hjá teim nýggju lesandi
  • Saman við Lestrarskrivstovuni og Ráð Teirra Lesandi at samskipa, hvat skal henda fyrsta lestrarárið hjá teim nýggju lesandi, kjakast um karmarnar fyri og leiklutin hjá mentorunum, hvørjar uppgávurnar hjá mentorunum skulu vera, og hvør skal hava ábyrgd av hvørjum
  • At hava praktisku fyriskipanina av innleiðslutúrunum – herundir:
    o At samstarva við lestrarskrivstovuna um karmarnar kring innleiðslutúrarnar, her undir staðseting og ferðing
    o At taka sær av praktisku tilrættaleggingini av tí innihaldsliga á innleiðslutúrunum, herundir gera matskipan, býta praktiskar uppgávur millum lesandi og leggja skrá fyri aktivitetir
    o At samskipa og fullføra aktivitetirnar á innleiðslutúrinum á tryggan hátt, sum m.a. kann innibera at vísa persónum burtur, sum órógva felagsskapin so ella so
  • At fyriskipa ymisk tiltøk annars restina av lestrarárinum – her undir:
    o At luttaka á fundi í juni við Lestrarskrivstovuna og Ráð Teirra Lesandi, áðrenn mentorarnir møta teim nýggju lesandi
    o At luttaka á fundum triðja hvønn mánaða við aðrar mentorar um innleiðslutilgongdina, fyrstu ferð næstseinasta leygardag í august
    o At seta um tveir tímar av um mánaðin av til fundir o.o. tiltøk fyri sínum lesandi – t.d. eina ferð um vikuna fyrsta mánaðin og eina ferð um mánaðin restina av lestrarárinum.
    o At skipa síni lesandi í lesibólkar og út frá egnum royndum og tilfari frá innleiðsluni á deildunum vísa teimum lesandi á lestrarteknik og próvtøkufyrireiking. Til ber at undirvísa lesandi  í einum hvørjum fakligum eisini, men tað er undir egnari ábyrgd, og tað áliggur ikki á mentorinum at undirvísa.
  • At skipa fyri eftirmeting – her undir:
    o At syrgja fyri, at tey nýggju lesandi fáa spurnarblað, útflýggjað av fyrisitingini, at fylla út.
    o At skriva eina stutta eftirmeting av gongdini í bólkinum, sum mentorurin hevur ábyrgd av, m.a. við útgangsstøði í svarunum frá teim lesandi í spurnarbløðunum.
    o At luttaka í felags eftirmeting av mentorskipanini.

2.4. Leikluturin hjá mentorsamskiparanum

Ein av mentorunum fær ein samskipandi leiklut, her undir:

  • At virka sum kontaktpersónur hjá øðrum mentorum, umframt hjá Lestrarskrivstovuni, Ráð Teirra Lesandi o.ø.
  • At gera kunningararbeiði, dagføra og viðlíkahalda serliga síðu hjá mentorunum á intraneti Setursins.
  • Saman við Ráð Teirra Lesandi og Lestrarskrivstovuni at vera við í tilgongdini at velja komandi mentorar.
  • At hava ábyrgd av fundarvirkseminum hjá mentornevndini – her undir:
    o At kalla mentorarnar, Lestrarskrivstovuna, Ráð Teirra Lesandi og lestrarvegleiðarar inn til  fyrireikandi fund í juni, har uppgávurnar og ábyrgdarbýtið verður lagt til rættis.
    o At kalla mentorarnar til arbeiðsfund næstseinasta leygardag í august um komandi innleiðsludagin og innleiðslutúrarnar og uppgávubýtið hjá mentorunum.
    o At skipa fyri regluligum fundum triðja hvønn mánaða alt lestrarárið millum mentorarnar.
  • At gera eftirmeting av mentorskipanini saman við samstarvspørtunum í hesum høpi.

3. Praktisk tilgongd

3.1 Setan av mentorum

Tað er Lestrarskrivstovan saman við Ráð Teirra Lesandi, ið finnur og setir mentorarnar í samráð við bólkin av mentorum, ið sat farna árið.

Samskipari fyri mentorarnar verður settur í mars-apríl, um ikki samskiparin frá árinum fyri kann vera sitandi.

Mentorar verða settir í mai-juni. Strembað verður eftir, at tað verður ein mentorur fyri umleið hvørji 10 lesandi.

3.2 Samsýning

Samskiparin fær samsýning svarandi til 40 tímar fyri lestrarárið, og hvør mentorur fær samsýning svarandi til 20 tímar um árið. Tímalønin er, sum ásett av Starvsmannafelagnum, 2. flokkur, 1. stig – í løtuni 127,80 kr. um tíman.

Mentorarnir fylla út tímaseðlar hvørt fjórðingsár, tá teir savnast til sínar regluligu fundir. Tímaseðlarnir verða útflýggjaðir til lestrarskrivstovuna.

3.3 Býtið av mentorum og lesandi á innleiðslutúri

Býtið av mentorum, sum fara á innleiðslutúr, má vera soleiðis, at rímiligt samsvar er millum talið av lesandi og talið av mentorum.  Í minsta lagi ein ella tveir mentorar fara við hvørjum bólki á innleiðslutúr í mun til, hvussu mong lesandi fara avstað saman, tó eigur bert ein mentorur á hvørjum túri at hava høvuðsábyrgdina av túrinum.

Innleiðslutúrarnir verða fyriskipaðir á ein hátt, ið so vítt gjørligt hevur fyrilit fyri, at tey, sum lesa á somu deild, fara avstað saman, og at fakligu bólkarnir einans verða sundurbýttir, um umstøðurnar á staðnum, har tey lesandi gista, ikki loyva, at tey eru saman øll.

3.4 Fyrireikandi fundur um innleiðslutúrar

Lestrarskrivstovan kallar inn til ein fyrireikandi fund í juni millum tey, sum leggja ætlanir fyri innleiðslutúrarnar, har praktiskar uppgávur verða býttar millum ymisku partarnar.

Tey nýggju lesandi fáa skrivlig boð um innleiðslutúrarnar saman við boðunum um upptøku. Her eigur at verða upplýst, hvussu og nær, tey lesandi seinast skulu melda seg til innleiðslutúrin, hvat hann kostar, hvussu tey gjalda fyri innleiðslutúrin, og hvar tey skulu møta.

3.5 Virtuelt samstarvsforum

Samskiparin hevur ábyrgd av samskiftinum hjá mentorunum og skal syrgja fyri kunningini innanhýsis og út til samstarvspartarnar hjá mentorunum. Til tess verður ávís síða sett av á intraneti Setursins, har mentorarnir og aðrir áhugapartar kunnu fáa viðkomandi kunning og samskifta. Haraftrat skal ein partur av kunningini vera sjónligur fyri øll tey lesandi, so tey nýggju lesandi kunnu kunna seg um tað, sum er viðkomandi fyri tey.

Samskiparin hevur ábyrgd av at dagføra kunningina og senda leinki til allar áhugapartar, tá dagføringar verða gjørdar. Tað kann verða kunning um praktisk ting, t.d. skráir fyri innleiðslutúrar, ætlanir fyri ferðing, matskráir og –uppskriftir, hugskot til aktivitetir o.a., ið kann samansjóða tey lesandi, ymisk praktisk viðurskifti á gistingarstaðnum, har innleiðslutúrarnir verða hildnir, kostnaðarætlanir, leinki til ymiskar mannagongdir, eftimetingar av innleiðslum árini frammanundan o.a.

Síðan skal vera dagførd innan fyrsta fyrireikingarfund og skal viðlíkahaldast ísv. hvønn mentorfund hvørt fjórðingsár.

3.6 Fyrsti arbeiðsfundur

Aftaná innleiðandi fundin í juni, har teir nýggju mentorarnir savnast at læra hvønnannan at kenna og fáa innlit í uppgávuna, verður fyrsti ítøkiligi arbeiðsfundurin hjá mentorunum hildin næstseinasta leygardag í august – vikuna áðrenn felags innleiðsludagin, soleiðis at mentorarnir kunnu vera við til at fyrireika sín part av felags innleiðsludegnum. Í minsta lagi 3-4 tímar eiga at verða settir av til fundin.

Samskiparin hevur ábyrgd av at stýra fundunum og fyrireika møguligt bólkaarbeiði. Hann ella hon kann bjóða eksternum fólki at halda framløgu á fundinum, viðkomandi fyri førleikamenningina av mentorunum.

Fremsta endamálið við fyrstu fundunum er at fyrireika mentorarnar, serliga teir nýggju, uppá teirra uppgávu og leiklut sum mentorar fyri tey nýggju lesandi, m.a. tryggja, at allir mentorar eru væl kunnaðir um fakliga innihaldið í útbúgvingunum hjá teim lesandi, sum teir eru mentorar fyri.

Á fundunum kunnu mentorar eisini samskifta um egnar royndir. Tíð má eisini setast av til at til at læra hvønn annan at kenna, at avtala fundir og tiltøk restina av lestrarárinum og leggja innihald og skráir til rættis fyri næstu fundirnar.

Eftir arbeiðsfundin í august biður samskiparin um ein stuttan fund við Lestrarskrivstovuna og Ráð Teirra Lesandi, har hann ella hon leggur fram tær ætlanir til góðkenningar, sum mentorarnir eru komnir ásamt um á arbeiðsfundinum. Hesin fundur verður so vítt gjørligt hildin sama dag, beint eftir arbeiðsfundin.

3.7 Innleiðsludagur

Á innleiðsludegnum luttaka mentorarnir, har teir kunna tey nýggju lesandi um innleiðslutúrarnar og bjóða teimum at luttaka í seinastu fyrireikingunum.
Fyrireikingarbólkar við mentorunum og evt. øðrum nýggjum lesandi verða settir fyri hvønn innleiðslutúr, og tey hittast skjótast gjørligt eftir innleiðsludagin.

3.8 Ætlanarlegging og fullføring av innleiðslutúrum

Innleiðslutúrurin verður so vítt gjørligt hildin vikuna eftir innleiðsludagin – tvs. í viku 40-41. Tey lesandi gista á hóskandi stað umleið eitt samdøgur ella hálvtannað, har tey sova eina nátt. Lestrarskrivstovan bíleggur gistingarhús og bussferðirnar til og frá staðnum eftir avtalu við mentorarnar.

Túrurin má leggjast soleiðis til rættis, at rúm eisini er fyri lesandi, sum ikki ynskja at drekka rúsandi løg. Atgongd má vera til alkoholfríar drykkir, og alternativir aktivitetir mugu vera tøkir. Sum ein tummilfingurregla eigur alkohol helst ikki at verða nýtt fyrr enn eftir kl. 20.00 um kvøldið.

Luttakararnir á innleiðslutúrinum verða býttir upp soleiðis, at lesandi, ið taka somu útbúgving so vítt gjørligt eru saman. Til ber eisini at seta lesandi frá tveimum útbúgvingum saman, um ov fá eru á einari útbúgving – og um rúm er fyri lesandi frá tveimum útbúgvingum. T.d. kunnu lesandi frá útbúgvingum, har tað næstan bara eru gentur, verða sett saman við lesandi frá útbúgvingum, har tað næstan bara eru dreingir, fyri at tryggja eitt javnari býtið millum kynini.

Mentorarnir leggja aktivitetirnar á innleiðslutúrinum til rættis saman við teimum nýggju lesandi, sum meldaðu seg til fyrireikingarbólkin. Bólkurin fyrireikar saman eina ætlan fyri, hvør ger mat, hvør ger reint, hvørjir aktivitetir skulu verða, og hvør, ið stendur fyri hvørjum aktiviteti. Mentorurin við høvuðsábyrgdini hevur ábyrgd av lyklinum, tvs. at fara eftir lyklinum, at læsa upp, tá tey lesandi koma og læsa aftur, tá tey lesandi fara.

3.9 Eftirmeting

Tá lestrarárið er um at vera av, skulu mentorarnir saman við samskiparanum skipa fyri eftirmeting av mentorskipanini sum heild – her undir eisini innleiðslutúrunum. Eftirmetingin verður bygd á spurnarbløð, sum verða útflýggja gjøgnum árið, eftir einum leisti, sum Lestrarskrivstovan leggur út í kortið.

Ein stutt frágreiðing verður skrivað um øll tiltøkini. Allar frágreiðingarnar verða savnaðar saman til eina frágreiðing, sum verður latin Lestrarskrivstovuni og Ráð Teirra Lesandi. Frágreiðingin verður nýtt sum íblástur til fyrireikingarnar av komandi tiltøkum innleiðslutúrum, og hon verður skrásett og kunngjørd á intranetinum.

4. Fígging

Setrið fíggjar útreiðslur til:

  • Fyrireikingarfundirnar í juni og í august
  • Leigu av staðnum, har tey lesandi skulu gista á innleiðslutúrunum
  • Ferðing til og frá gistingarstaðnum
  • Samsýningar til mentorar og mentorformann á 10 tímar hvør fyri luttøku á túrunum
  • Prent og avritan ísv. við faklig innleiðslutiltøk

Tey lesandi gjalda eina upphædd, sum fyrisitingin ásetir fyri innleiðslutúrin. Upphæddin fíggjar útreiðslurnar til:

  • Mat og drekka á innleiðslutúrunum
  • Aktivitetir og undirhald á innleiðslutúrunum

Mentorarnir, sum fara við á innleiðslutúrin, gjalda ikki fyri ferð, gisting, mat, drekka og aktivitetir.

5. Endurskoðan

Hesar mannagongdir mugu endurskoðast á hvørjum ári við grundstøði í møguligum broytingaruppskotum frá mentorunum í eftirmetingarfrágreiðingini. Niðurstøðurnar frá eftirmetingini mugu takast til eftirtektar, tá avgerðir um broytingar skulu gerast.

Lestrarskrivstovan skrásetir og hevur eftirmetingarfrágreiðingarnar í varðveitslu, soleiðis at tær kunnu takast fram og brúkast í sambandi við fyrireikingarnar av komandi árið.