Vilt tú vera mentor?

Vilt tú hjálpa nýggjum lesandi at trívast?

Ert tú lesandi á Setrinum og hevur tú hug at brúka 40 tímar yvir eitt lestrarár til at hjálpa nýggjum lesandi, so tey kenna seg vælkomin?

Vilt tú vera við til at tryggja, at tey nýggju lesandi trívast og eru væl fyrireikað til at ganga á Setrinum?

Kundi tú hugsað tær nógvar hugnaligar og stuttligar løtur, nýggjar vinir og góðar gagnligar royndir at seta á títt CV – og enntá at fáa samsýning afturfyri?

So er hetta nakað fyri teg.

Lestrarskrivstovan sóknast eftir lesandi, sum hava hug at vera mentorar fyri nýggj lesandi.

Sum mentorur fert tú:

  • saman við øðrum at skipa fyri trivnaðartiltøkum fyri nýggj lesandi – t.d. fyriskipa innihald á innleiðslutúrum og á felags innleiðsludegnum
  • at hava ábyrgd av bólkum av nýggjum lesandi, sum verða knýtt at tær restina av lestrarárinum. Tú fært fýra tímar um mánaðin at fyrireika fundir o.o. tiltøk fyri tínum lesandi
  • at skipa tíni lesandi í lesibólkar og út frá egnum royndum og tilfari frá innleiðsluni á deildunum vísa teimum lesandi á lestrarteknik og próvtøkufyrireiking og
  • at virka saman við øðrum mentorum og lestrarfyrisitingini, so sum at luttaka á fundum tvær ferðir, áðrenn tú møtir teim nýggju lesandi – og annars triðja hvønn mánað, umframt luttaka í felags eftirmeting av mentorskipanini.

Samsýning

Samsýningin svarar til 40 tímar um árið + eyka samsýning fyri innleiðslutúrin á 10 tímar, sum tú skipar fyri saman við Lestrarskrivstovuni. Tímalønin svarar til 2. flokk, 1. stig eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum við Fíggjarmálaráðið (í løtuni er tímalønin 127,65 kr.)

Umframt hetta verður tú boðin við til árligu mentorveitsluna.

Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin at venda tær til Elina Brimheim Heinesen, lestrarskrivstovuleiðara, á tlf. 292506 frá kl. 10.00 og 15.00 vanligar arbeiðsdagar / elinbh(a)setur.fo. Elin kann greiða tær nærri frá mentorskipanini og skriva teg upp, um tú hevur áhuga í at gerast mentorur.