Seturskaféin

Fr. Petersens gøta 9

Í apríl 2014 var tann fyrsta Seturskaféin. Byrjað var við eini mini-Seturskafé í táverandi hølunum hjá teim lesandi í Bókbindaragøtu 8. Seturkaféin var væleydnað, umleið 40 lesandi vóru á gátt.

Í november 2015 flutti Seturskaféin í Fr. Petersens gøtu 9, har tað javnan hevur verið kafé fríggjadagar seinnapart og kvøld.

Á vári 2017 gjørdi Ráð teirra lesandi avtalu við leiðsluna á Setrinum um at yvirtaka kantinuna á Námsvísindadeildini frá 1. mai 2017 at rokna.

- Hetta fer at bøta munandi um lestrarlívið og møguleikarnar at skipa fyri tiltøkum og aktivitetum, sigur Turið Christophersen, forkvinna í Ráð teirra lesandi, og heldur fram:

 - Talið av lesandi er vaksið ár um ár, og nú lesa fleiri enn 1.000 fólk á Setrinum. Millum tey lesandi hevur ynskið um góðar umstøður at savnast verið alsamt vaksandi, so hetta er eitt stórt framstig.

Hølini verða í fyrsta umfari nýtt til Seturs-café og annað virksemi. Lesandi fáa atgongd til hølini umvegis lestrarkortið og kunnu frá fyrsta degi nýta hølini til bólkaarbeiði o.l, serliga nú fram til próvtøkurnar í summar.

Ráð teirra lesandi er farið undir at flyta inn í hølini og at leggja til rættis tiltøk og aktivitetir, sum verða knýttir at hølunum.

Fyrsta tiltakið í nýggju hølunum var 4. mai 2017, kl. 14.00, tá lesandi høvdu møguleika at hoyra  amerikonsku sendikvinnuna Rebekah Drame greiða frá um møguleikarnar fyri skiftislestri í USA.

Seturskaféin hevur vanliga opið hvørt fríggjakvøld, har tann væl umtókta setursquiz'in ofta er á skránni.

Einaferð um mánaðin flytir Seturskaféin oman í Perluna í Tórsgøtu - fyrsta fríggjakvøld í mánaðinum.

Myndirnar niðanfyri eru frá Fr. Petersens gøtu 9.