Skip to main content

1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Føroyski svimjarin Niels T. Nattestad verður testaður á iNOVA í 2016

Svimjisamband Føroya fer í næstum undir stóra verkætlan saman við Fróðskaparsetrinum til at byggja upp eina røð av standardtestum til føroyskar svimjarar.

Rókur í Jákupsstovu og Magni Mohr | |   Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Hetta í samstarvi við Human Performance Lab á granskingardeplinum iNOVA og Københavns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Verkætlanin er okkara ískoyti til nýggja “FINA Olympic Aquatics Support Programme”, har FINA bjóðar sær til at stuðla sínum limalondum við upp til US$ 25.000 um árið til menning av fyrisiting og professionalismu, til dømis tá ið tað kemur til útgerð og útbúgving av íðkarum og venjarum.

Svimjisambandið og Fróðskaparsetrið søktu um stuðul til menning av eini røð av standardtestum til føroyskar svimjarar, undir heitinum “Building a Testing Regime for Faroese Swimmers”. Verkætlanin fevnir um 4 ár, so at vit í 2021 vónandi hava eina reglufasta skipan til test av føroyskum svimjarum.

Teir fyrstu US$ 25.000 eru játtaðir av FINA, fyri ætlaða virksemið í 2018, og hevur Svimjisambandið hartil bundið seg til at leggja tilsvarandi upphædd í verkætlanina, so at samlaða upphæddin verður umleið 300.000 krónur í 2018, ella umleið 1,2 milliónir krónur tilsamans, fram til og við 2021.

Fyrsti liður í verkætlanini er eitt framhald av granskingarverkætlanini frá 2016, har ið føroyskir úrvalssvimjarar vórðu testaðir á Human Performance Lab á iNOVA í Tórshavn, til at vita um ein test á svimjiergometri (ein sokallað Critical Power Test) kundi lýsa teirra svimjievni í vatni. ”Testin er vísindaliga grundað og er tann fyrsta av sínum slag, sum kann lýsa kropsliga táttin í svimjing á landi, og sum kann meta um avrik í vatninum” sigur Magni Mohr granskingarleiðari.

Úrslitini vóru rættiliga lovandi tá, og tí verður farið undir eitt líknandi umfar nú, har vit umframt at royna at staðfesta at testin riggar, eisini fara at kanna, hvussu hon háttar seg í mun til ta venjingarnøgd, sum svimjarin verður útsettur fyri um sama mundi.

Til hetta er hátøknilig útgerð bíløgd, ið við støð í Tórshavn, Klaksvík og Vági kann skráseta hvønn metur sum útvaldu svimjarar svimja, við útgreining av øllum møguligum lutum so sum svimjigrein og ferð, armtakslongd, orku í avsetti og metrar svomnir undir vatni.

Granskararnir verða teir somu sum í 2016, Magni Mohr, ph.d. og lektari í Human Fysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, og Nikolaj Nordsborg, ph.d. og lektari í Human Fysiologi á Københavns Universitet. Hartil Juan Jaime Arroyo Toledo, høvuðsvenjari hjá Ægir og ph.d. í ítróttarvísindum.

Svimjisambandið hevur bundið seg til at lata inn ávegisfrágreiðingar og roknskap til FINA, og kann so á hvørjum ári í november søkja um stuðul til næstkomandi ár, fram til og við 2020. Ætlan okkara er tí eisini hvørt árið at eftirmeta verkætlanina í oktober, og tá fastleggja virksemið til árið eftir.

Svimjisamband Føroya metir, at hetta átak hjá FINA er ein sera kærkomin hjálp til okkum at kunna byrja upp á veruliga skipað landsliðsarbeiði við útgerð og royndum, sum kunnu hjálpa okkara svimjarum fram til enn betri úrslit.

”Verkætlanin í 2016 gav okkum beinanvegin nakrar ábendingar, sum síðani hava givið úrslit, og eru vit sjálvsagt sera glað og takksom fyri tað hjálp sum vit her fingu og fáa frá viðkomandi serfrøðingum, umframt frá svimjarum, venjarum og eldsálum annars í okkara svimjifeløgum”, sigur Rókur í Jákupsstovu.

Nú gleða vit okkum koma í gongd við næstu fasu, og við hesi næstu fýra árini, til vónandi at byggja upp eitt veruligt testumhvørvi, og eina testprotokoll, ið verður unik altjóða sæð og sum eisini kann brúkast av øðrum londum.

Vegna Svimjisamband Føroya og Fróðskaparsetur Føroya
Rókur í Jákupsstovu og Magni Mohr

Setrið bjóðar út skeið um mannarættindi og religión í heyst

Seinast í august byrjar skeiðið ”Mannarættindi, religión og politikkur” á Søgu- og Samfelagsdeildini. Skeiðið telur 10 ECTS og er opið fyri...

LES MEIRA

Upptøkan á Setrinum klár

Í gjár fingu tilsamans 298 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur.

LES MEIRA

Føroyskt KT til forsagnir um lúsatøl í alibrúkum

Fiskaaling hevur gjørt eina kanning um lúsatrupulleikan í føroyskum alibrúkum. Eitt nýtt føroyskt modell og telduforrit til forsagnir um laksalús er í...

LES MEIRA