Skip to main content

353 umsóknir til hægri lestur á Setrinum í 2017

Samlaða talið av umsóknum til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya í 2017 er 353.

Eins og undanfarin ár eru tað útbúgvingarnar í sjúkrarøktarfrøði, læaraútbúgvingin og námsfrøðin, ið eru tær best umtóktu.

Í ár bjóðar Setrið út bachelorútbúgving í orkuvísindum og orkuvísindum og støddfrøði á fyrsta sinni, meðan bachelorútbúgvingin í búskaparfrøði og hjánám í støddfrøði verða boðin út á øðrum ári.

Talið av umsóknum slóð øll met í 2016, tá heili 563 søktu um upptøku. Í ár er talið av umsóknum nakað væl lægri, og ein av orsøkunum er, at fleiri av útbúgvingunum, ið vóru sera vælumtóktar í 2016, ikki verða bjóðaðar út í ár. Talan er um bachelorútbúgvingarnar í KT-verkfrøði og í lívfrøði, umframt masterútbúgving innan fólkaheilsu. Harumframt vóru fleiri umsóknir til nýggju útbúgvingarnar í búskaparfrøði og til hjánám í støddfrøði enn tað eru í  ár.

Fyrisitingin viðgerð í løtuni allar innkomnu umsóknirnar, og fáa allir umsøkjarar svar umvegis t-post mikudagin 19. juli.

Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis:
 

Bachelor og hjánám 2017

Umsóknir

Sjúkrarøkt

82

Lærari

68

Námsfrøði

40

Búskaparfrøði

30

Politikkur og umsiting

17

Orkuverkfrøði

15

Føroyskt BA

15

Sosialvísindi og samfelagsplanlegging

15

Søga BA

12

Orkuvísindi og støddfrøði

7

Orkuvísindi

3

 

 

Hjánám í føroyskum

5

Hjánám í støddfrøði

6

Hjánám SSD

2

 

 

Bachelor og hjánám tilsamans

317


Kynsbýtið millum umsøkjararnar til bachelorútbúgvingarnar umframt hjánám er 26% menn og 74% kvinnur, sum er 81 menn og 236 kvinnur. Av hesum hava tilsamans 205 søkt umvegis kvotu 1 og 111 umvegis kvotu 2.
Upp til 30% verða tikin inn eftir kvotu 2.
 

Masterútbúgvingar

Umsóknir

Masterlæra

14

Føroyskt

3

Løgfrøði

5

West Nordic Studies

15

Tilsamans

37


Kynsbýtið millum umsøkjararnar til masterumsóknirnar er 40,5% menn og 59,5% kvinnur, sum er 15 menn og 22 kvinnur. Av hesum hava tilsamans 205 søkt umvegis kvotu 1 og 111 umvegis kvotu 2.
 

Tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni.

Brúk av HAVA/VERA í føroyskum

Hjalmar P. Petersen hevur saman við Caroline Heycock nýggja grein í nýggjastu útgávuni av Acta Linguistica Hafniensia.

LES MEIRA

Ph.d.-skeið í epidemiologi hildið

Depilin fyri Heilsu- og almannagransking hevur hesa vikuna hildið ph.d.-skeið í epidemiologi: "Basic principles of epidemiology".

LES MEIRA

Setrið við í granskingarverkætlan um kropsligu krøvini í íshokki

Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetur Føroya, er verkætlanarleiðari í størri granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina...

LES MEIRA