Skip to main content

411 umsóknir til lestur á Setrinum í 2018

Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetur Føroya var úti 1. juli 2018, vóru innkomnar tilsamans 411 umsóknir.

332 av umsóknunum eru til tær 11 bachelorútbúgvingarnar, ið verða bjóðaðar út í 2018.

 Talan er um 216 kvotu 1-umsóknir og 116 kvotu 2-umsóknir. Í fjør var talið av umsóknum 303 til bachelorútbúgvingarnar.

Umframt bachelorútbúgvingarnar, verður tikið inn til fimm masterútbúgvingar og hjánám. Til masterútbúgvingarnar komu 73 umsóknir inn og til hjánám komu 6 umsóknir inn.

Av teimum 411 umsøkjararunum vóru 32% menn og 68% kvinnur.

Umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og fáa allir umsøkjarar svar í seinasta lagi mikudagin 11. juli 2018.

Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting

Setrið bjóðar út skeið um mannarættindi og religión í heyst

Seinast í august byrjar skeiðið ”Mannarættindi, religión og politikkur” á Søgu- og Samfelagsdeildini. Skeiðið telur 10 ECTS og er opið fyri...

LES MEIRA

Upptøkan á Setrinum klár

Í gjár fingu tilsamans 298 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur.

LES MEIRA

Føroyskt KT til forsagnir um lúsatøl í alibrúkum

Fiskaaling hevur gjørt eina kanning um lúsatrupulleikan í føroyskum alibrúkum. Eitt nýtt føroyskt modell og telduforrit til forsagnir um laksalús er í...

LES MEIRA