Skip to main content

"Bláa vitan" fyri burðardygga samfelagsmenning

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini, luttók á ráðstevnuni OCEAN WEEK 2018 (‘Oceans in Change’), sum varð hildin í Tróndheimi 7.–9. mai.

Anna Katrin Matras | |   Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Stóru norsku granskingarstovnarnir NTNU og SINTEF skipaðu fyri tiltakinum, hvørs endamál var, at fáa umboð úr vísindaliga, vinnuliga og politiska umhvørvinum at tosa saman um hvønn týdning havið – og servitanin um havið – hevur fyri oyggja- og strandasamfeløg í dag og í framtíðini.

Hóast flestu luttakararnir vóru úr Noregi, so vóru innbodnir fyrilestrahaldarar úr øðrum londum eisini á skránni hjá OCEAN WEEK 2018. Gaini hevði framløgu á sessiónini ‘Norway as a Sea Nation – Coastal communities, generation, sustainability’, sum Anne Trine Kjørholt, professari í barnagransking á NTNU, samskipaði.

Framløgan hjá Gaini, ‘Tradition meets modernity – Fishing industries and childhood in transition in the Faroe Islands’, byggir á kanning, sum er partur av altjóðari verkætlan, sum nevnist ‘Valuing the Past – Sustaining the Future’ (2016-2020). Anne Trine Kjørholt er verkætlanarleiðari. Fimm lond luttaka í verkætlanini, sum hyggur at gerandislívinum, arbeiðinum og vitanini hjá børnum og familjum teirra (trý ættarlið) – fyrr og nú. Luttakararnir í kanningini eru úr lokalsamfeløgum, sum liggja við havið (strandasamfeløg).

Meira fæst at vita um ráðstevnuna á hesari slóðini

 

Svar til grein hjá Føroya Lærarafelag

Jacob Eli S. Olsen lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag skrivar á heimasíðu felagsins 8. august grein við heitinum “Námsvísindadeildin hevur...

LES MEIRA

Skeið í mannarættindum og religión: Evstamark er 20. august

Hvat er ein mannarættur? Hvaðani stava idealini um t.d. trúarfrælsi, talufrælsi og javnrættindi? Nær er religión ein viðspælari, og nær er religión...

LES MEIRA

Tøk lestrarpláss 2018

Til og við 16. august 2018 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.

LES MEIRA