Skip to main content

Tøk pláss til diplomskeið í føroyskum

Føroyamálsdeildin bjóðar út diplomskeið í føroyskum. Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum í dagligum starvi hava tørv á at orða seg greitt og rætt

Anna Katrin Matras | |   Føroyamálsdeildin Setursskrivstovan

Skeiðið byrjar 9. september og endar hálvan desember. Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Dentur verður lagdur á mállæru og at økja tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum. Undirvíst verður 3 tímar hvørja ferð tveir dagar um vikuna í 12 vikur. Undirvísingin verður styðjað við venjingum, ið hóska til tað, sum gjøgnumgingið verður. Endað verður við skrivligari próvtøku, og latið verður prógv fyri lokið skeið.

Skeiðið er sjálvstøðugt skeið fyri seg og kann ikki góðskrivast sum partur av BA-útbúgvingi í føroyskum. Treyt fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv við føroyskum á A-stigi ella samsvarandi. Fólk við royndum í skrivstovuyrki ella øðrum yrki, ið líkist, hava fyrimun.

Umsóknarfreist er 4. september.

Undirvíst verður á Føroyamálsdeildini týsdagar kl. 16.15 til 19.15 og leygardagar kl. 09.15 til 12.15.

Skeiðið telur 7,5 ECTS

Lærari: Lena Reinert.

Kostnaður: 5000 kr.

Skeiðslýsing sæst HER

Umsóknarskjal fæst HER

Føroyar í 1800-talinum lýstar úr fleiri sjónarhornum

Í 2012 fóru granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum undir samstarv um verkætlan, sum skuldi lýsa Føroyar í 1800-talinum úr fleiri...

LES MEIRA

Fróðskaparsetrið 3 nýggjar vísindaligar greinir um kropslig viðurskifti í úrvalsfótbólti

Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri heilsu- og almannagransking og dekanur á Fróðskaparsetrinum, er við í trimum vísindaligum greinum um...

LES MEIRA

Kom og hoyr um masterútbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini

Mikukvøldið 18. apríl 2018 kl. 19 verður skipað fyri kunningartiltaki um masterútbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini.

LES MEIRA