Skip to main content

Fleiri vilja lesa í Føroyum

Hetta vísir kanning, sum Glasir hevur gjørt millum miðnámsungdóm. Bjarni Rasmussen, formaður í næmingaráðnum í Hoydølum, undrast ikki, men heldur, at tað ber til at fáa uppaftur fleiri at velja Føroyar sum lestrarstað

Ólavur Waag Høgnesen | |   Til lesandi Altjóða Skrivstovan

Hagtøl frá Studna hava seinastu árini víst, at meðan tað áður vóru nógv tey flestu, ið fóru uttanlands at lesa. Tey allarflestu til Danmarkar, av teimum tey flestu til Keypmannahavnar. Nýggjastu tølini vísa, at broyting er komin í hesa gongd.

Danmark hevur framvegis munin, men tað er greitt, at talið á teimum, ið velja Danmark sum lestrarstað, viknar, meðan talið á teimum, sum velja Føroyar veksur.

Ein nýggj kanning, sum Glasir hevur gjørt millum øll miðnámslesandi, staðfestir hesa gongd, tá ið spurt verður, hvat miðnámsungdómur ætlar sær á lestrarøkinum.  Sambært kanningini ætla 40 % sær at lesa í Føroyum, meðan 36 % ætla sær Danmarkar. Tá ið Glasir gjørdi líknandi kanning í 2014 vóru tølini ávikavist 29 % (Føroyar) og 44 % (Danmark).

Eingin kanning er gjørd, ið kann fortelja okkum, hvørjar orsøkirnar eru fyri hesi gongd. Talið av útbúgvingum í útboði á Setrinum hevur eyðvitað týdning. Fyri bert fáum árum síðani var talið ógvuliga avmarkað, nú er talið um 20, av teimum eru 13 bachelorútbúgvingar.

Hinvegin er merkisvert, at um útbúgvingin, sum næmingarnir kundu hugsað sær at lisið, fæst í Føroyum, so høvdu bert 32 %-49 % valt Føroyar framum útlandið. Hetta bendir á skilligt á, at tað eru viðurskifti, ið viga tyngri enn bara hetta, at útbúgvingin kann takast í Føroyum.

Bjarni Rasmussen, formaður í næmingaráðnum í Glasir-Hoydalar, hevur sína hugsan um, hví fleiri velja at lesa í Føroyum, og hvat skal til fyri, at uppaftur fleiri fara at velja Føroyar sum lestrarstað.

Framvegis fara tey flestu til Danmarkar at lesa, men munurin er minkaður sera nógv seinastu árini

Luttøka í ráðstevnu um støddfrøði og KT

Louise Meier Carlsen fer í næstum at luttaka í ráðstevnu í Danmark um støddfrøði og KT

LES MEIRA

Granskingardagur

18. mai 2017 verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum. Hetta er fimta ár á rað, har sjóneykan verður sett á gransking, ið...

LES MEIRA

Tiltak í kvøld: "Latið oljuna liggja"

Ringrás, Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari á West Nordic Studies á Setrinum, og Unga Tjóðveldið skipa fyri...

LES MEIRA