Skip to main content

Førleikamenning á altjóða støði

Sera fjølbroyttir førleikar vóru umboðaðir á ráðstevnuni. Frá vinstru: Erla Olsen, lívfrøði, Vár í Ólavsstovu, føroyskt, Sigrid Vesturgarð, námsfrøði, Ivonna Johansen, serøkið, Jóannes Miðskarð, námsfrøðilig leiðsla, Annika Antoniussen, skúlabúgving/innskúling og Rúna í Skála, almenn læringarfrøði. Katrin av Kák, sernámsfrøði og Súsanna Olsen, samfelagsfrøði vóru eisini á ráðstevnuni.

Tað er ikki á hvørjum degi, at altjóða ráðstevnur innan námsvísindi, hugvísindi og samfelagsvísindi verða hildnar í Føroyum.

Erla Olsen | |   Námsvísindadeildin

Tí var Námsvísindadeildin væl umboðað á ráðstevnuni "Samskifti, samstarv og relatiónir", og nógv ymisk undirvísingarøki á deildini vóru umboðað. 


Serliga viðkomandi var kendi amerikanski sálarfrøðingurin Kenneth J. Gergen, sum saman við konu síni Mary Gergen helt fleiri fyrilestrar. 


Kenneth & Mary Gergen hava skrivað nógv um fyribrigdið tey nevna sosialkonstruktiónisma, og sum snýr seg um, hvussu vit sjálvi skapa okkara egnu mynd av bæði umhvørvi og hvør øðrum, og hvussu hetta ávirkar alla okkara fatan av okkum sjálvum og okkara umstøðum. Hetta hugtakið er brúkt í nógvum ymsum skeiðum á Námsvísindadeildini, við ymsum vinklum, alt eftir hvat skeið talan er um. T.d. verður í námsfrøðiligari leiðslu hugt eftir, hvussu samskifti myndar leiðslu í skúla og á stovni.


Hjúnini hava hvør sína tilgongd til evnið, og Mary Gergen tosaði um hetta at greiða frá, hvussu tað eisini tekur støði í okkum sjálvum og okkara umstøðum. Hon kom inn á munir millum kvinnur og menn, har hon m.a. nevndi, at kvinnur siga frá ígjøgnum og um kroppin, meðan menn gagnnýta kroppin eins og var hann eitt amboð.


Annar hugtakandi fyrilestrahaldari var Maja Loua Haslebo úr Danmark, sum minti áhoyrarnar á, ikki at gloyma kjarnuuppgávuna hjá arbeiðsplássinum, og at seta sær spurningarnar, hvønn arbeiðsplássið er fyri, hvat arbeiðsplássið skal gera fyri hesi, og hví arbeiðsplássið hevur týdning.
 

Kom og hoyr um útbúgvingarmøguleikar á Føroyamálsdeildini

Mikudagin 16. mai 2018 kl. 15 verður skipað fyri kunningartiltaki um útbúgvingarmøguleikar á Føroyamáldeildini.

LES MEIRA

"Bláa vitan" fyri burðardygga samfelagsmenning

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini, luttók á ráðstevnuni OCEAN WEEK 2018 (‘Oceans in Change’), sum varð hildin í...

LES MEIRA

Fýra úrtøkur frá skeiðinum Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla

Í linjugreinini "Námsfrøðilig Leiðsla” til námsfrøði- og læraralesandi á Námsvísindadeildini er eitt skeið á 15 ECTS júst endað, ið bar heitið...

LES MEIRA