Skip to main content

Fyrsta undirvísingin í Sjóvinnuhúsinum

Bergur Djurhuus Hansen, lektari á Føroyamálsdeildini, undirvísti í evnunum vistgreining (økokritikkur) og politiskar skaldsøgur

Hósdagin var undirvíst í Sjóvinnuhúsinum fyri fyrstu ferð

Anna Katrin Matras | |   Til lesandi Føroyamálsdeildin

Enn er ikki alt liðugt, men nógv er liðugt, og tað ber til at undirvísa í einstøkum hølum í Sjóvinnuhúsinum.

Hósdagin hevði Bergur Djurhuus Hansen, lektari á Føroyamálsdeildini,  skeið við lærarum úr miðnámsskúlanum á Kambsdali. Undirvísingin fór fram á 2. hædd. Evnini vóru vistgreining (økokritikkur) og politiskar skaldsøgur.

Lærararnir vóru 8 í tali og høvdu sjálvir tikið stig til skeiðið.

Sjóvinnuhúsið verður eftir ætlan tikið í brúk í februar og mars komandi ár.

Lærararnir vóru 8 í tali
Enn er ikki alt liðugt, men nógv er liðugt, og tað ber til at undirvísa í einstøkum hølum í Sjóvinnuhúsinum.

UCAS vegleiðing mikudagin 13. desember

UCAS-vegleiðing mikudagin 13. desember á J.C. Svabosgøtu 14, klokkan 16.15-17.30. Tiltakið verður stroymað.

Ynskir tú vegleiðing í at fylla...

LES MEIRA

MA-skeið í retorikki

Føroyamálsdeildin bjóðar út MA-skeið í retorikki várið 2018

LES MEIRA

Lestrarvegleiðing á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Høvuðsendamálið sum lestrarvegleiðari er at  viðvirka til at lesandi fáa sum mest burturúr og bestu læruumstøður at útinna útbúgvingina innanfyri...

LES MEIRA