Skip to main content

Granskingardagur

18. mai 2017 verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum. Hetta er fimta ár á rað, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið.

Elin Brimheim Heinesen | |   Sjúkrarøktarfrøðideildin Søgu- og samfelagsdeildin Setursskrivstovan Náttúruvísindadeildin Námsvísindadeildin Føroyamálsdeildin Til lesandi

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum metir, at við góðu royndunum frá undanfarnu árum, kann staðfestast, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst á serstøkum tiltaki.

Á Granskingardegnum verður høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd. 

Sí skránna her

275 umsøkjarar fingið bjóðað lestrarpláss

Freistin at taka av lestrarplássinum er 1. august á midnátt.

LES MEIRA

Lestrarhøli á Býarbókasavninum

Møguleiki er at nýta lestrarhølið á Býarbókasavninum 26. juni - 20. august

LES MEIRA

353 umsóknir til hægri lestur á Setrinum í 2017

Samlaða talið av umsóknum til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya í 2017 er 353.

LES MEIRA