Skip to main content

Hvat halda føroyingar um føroysku náttúruna og landslagið?

Er hetta títt yndisstað í føroyska landslagnum - ella hevur tað eitt annað stað, sum er serliga virðismikið fyri teg?

Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn heita nú á fólk um at luttaka í einari kanning, har endamálið er at fáa vitan um, hvat tann meinigi føroyingurin heldur um náttúruvirðini í føroyska landslagnum og framtíðar menning av landinum. Møguleiki er at geva sína hugsan til kennar til 11. august 2017

Føroyska landslagið er virðismikið. Tað halda bæði føroyingar og útlendingar. Ríka náttúran hevur nógvar dygdir - vøkur landsløg, stóran mentanararv, lívfrøðiligt fjølbroytni, ymiskt tilfeingi og nógvar frítíðarmøguleikar. Samstundis eru Føroyar í støðugari menning, har eitt nú útbygging av varandi orkukeldum, ferðavinnu og aling kunnu fara at broyta tað, sum í dag eyðkennir føroysku náttúruna.

Kanningin

Sosialu virðini og menningarmøguleikar í føroyska landslagnum eru lyklaorðini í netkanningini. Kanningin byrjar mánadagin 3. juli 2017, og heitt verður á allir føroyingar um at luttaka. Kanningin er nýskapandi á tann hátt, at tú hevur møguleika at peika á, hvørji støð í Føroyum eru virðismikil fyri teg, og hví tað júst er hetta landslagið, ið hugtekur teg.

Í kanningini verður tú eisini spurd/ur um tær broytingar, sum í framtíðini væntandi fara at verða gjørdar í føroysku náttúruni. Hendan vitanin er týdningarmikil, tá ið ætlanir í framtíðini skulu leggjast um, hvussu Føroyar skulu mennast á ein burðardyggan hátt, og úrslitini kunnu eisini nýtast sum vegleiðing, tá menningarætlanir í framtíðini skulu gerast fyri Føroyar.

Framtíðarmenningin

Landsløgini í Føroyum hava stór sosial og mentanarlig virði fyri føroyingar, men hesi virði eru ongastaðni skrásett, og tí er tað eisini ringt hjá tí politiska umhvørvinum í Føroyum at taka hædd fyri hesum. Hendan granskingarverkætlanin fer at vísa á, hvørji støð eru serliga virðismett av fólkinum í Føroyum, og hvussu føroyingar ynskja at varðveita og menna landslagið. Við hesum ber eisini til at síggja møguleikar og væntandi tvístøður.

Kanningartoymið

Granskingarverkætlanin verður gjørd av einum samansettum toymi av granskarum innan landafrøði, landslagsarkitektur og lívfrøði frá Fróðskaparsetrinum og Universitetinum í Keypmannahavn. Toymið hevur fyrr gjørt líknandi kanningar í Finnlandi, Danmark, Týsklandi og aðrastaðni í Evropa. Vónandi fær hendan kanningin stóra undirtøku millum føroyingar, soleiðis at úrslitini fara at geva eina greiða ábending um, hvat føroyingar virðismeta í landslagnum.

Kanningin er opin fram til 11. august 2017 og øll, ið eru áhugað, kunnu luttaka heimasíðuni hjá kanningini ella á Facebook-síðuni Facebook/landslagskanning.

Eru nøkur ivamál, so eru fólk væl komin at seta seg í samband við Eyðfinn Magnussen, lektara á Setrinum, eyðfinnm@setur.fo - tel. 29 25 59, Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard, lesandi, tel. 2710 70, ella Hallu Áargarð av Rana, lesandi, tel. 29 08 98.

Komandi orkuverkfrøðingar vitjaðu Eysturoyartunnilin

Fyrstaárslesandi á orkuverkfrøðiútbúgvingini hava saman við Gethin Wtn Roberts, lektara í landmátingarverkfrøði á Náttúruvísindadeildini, verið og...

LES MEIRA

Fótbóltsvenjing ávirkar heilsustøðuna hjá kvinnum

Magni Mohr hevur saman við donskum og brasilianskum granskarum útgivið vísindaliga review-grein um, hvussu fótbóltsvenjing ávirkar heilsustøðuna hjá...

LES MEIRA

Heini í Skorini leggur fram sína ph.d.-ritgerð fríggjadagin

Komandi fríggjadag tann 24. november leggur Heini í Skorini fram sína ph.d.-ritgerð um samanbrestin ímillum religión øðrumegin og talufrælsi...

LES MEIRA