Skip to main content

Íslendskur lestrarstuðul

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. desember 2017

Anna Katrin Matras | |   Til lesandi Setursskrivstovan

Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (140.000 ísl.kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2018/2019.

Upphæddin røkkur til vistarhald.  Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.

Námið byrjar 1. september 2018 og endar 30. apríl 2019.

Umsóknir skulu sendast til:

Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum,
Stofu Sigurðar Nordals,
Posthólf 1220,
IS-121  Ísland

Umsóknarfreistin er 1. desember 2017.  Umsóknarblað og kunning kunnu takast niður her ella fáast við at venda sær til

Setursskrivstovuna. Hesi eru eisini at finna á heimasíðuni  www.arnastofnun.is.

Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning fyri næsta skúlaár innan 1. desember 2017

Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110  Tórshavn
Tlf. 35 25 00, fax 35 25 01

Íslendskur lestrarstuðul

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. desember 2017

LES MEIRA

NCBio Ráðstevna: Hard Choices in Nordic Health Care 2.0

Mánadagin 20. november.2017 skipar norðurlendska nevndin fyri Bioetikk - Nordic Committee on Bioethics - fyri ráðstevnu við heitinum: "Hard Choices in...

LES MEIRA

Arm- og beinvøddar svara ymiskt uppá kropsliga venjing

Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking hevur útgivið nýggja vísindaliga grundgranskingargrein um fysiologiskar tillagingar til kropsliga venjing í...

LES MEIRA