Skip to main content

Kom og fanga okkum !

Saman við omanfyri 20 øðrum luttakarum er eisini Fróðskaparsetrið umboðað á kunnandi ráðstevnu, sum MFS skipar fyri leygardagin 21. apríl á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

|   Til lesandi Lestrarskrivstovan Setursskrivstovan

Talan er um bæði fyritøkur og stovnar innan tað almenna og innan privatu vinnuna, Endamálið við tiltakinum er at lata upp fyri samskifti og samstarvi millum lesandi, fyritøkur og stovnar, ið hava tilknýti til Føroyar. 

Vit gleða okkum til ein spennandi dag, har tit fáa møguleikan til at hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikar á básinum hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Skráin fyri ráðstevnuna er annars hendan:

Kl. 11.00 : MFS bjóðar vælkomin
Kl. 11.05 : Løgmaður, Aksel V. Johannesen, setur ráðstevnuna
Kl. 11.15-12.30 : Møguleiki fyri at taka CV mynd
Kl. 12.30-13.30 : Ábit
Kl. 13.00-13.30 : Elinborg Pálsdóttir spælir nøkur løg
Kl. 14.00 : Íblástur til umsókn og setanarsamrøðu við Bergtóru Høgnadóttur
Kl. 16.00 : Liðugt

Eisini verður møguleiki hjá gestunum at vinna ein flytiplatt frá Posta, virði á kr. 2.500, og 2 gávubrøv frá Atlantic Airways, virði á kr. 1.500.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum verður leygardagin 21. apríl á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91, 1401 København K, frá kl. 11 til kl.16. 

Setrið bjóðar út skeið um mannarættindi og religión í heyst

Seinast í august byrjar skeiðið ”Mannarættindi, religión og politikkur” á Søgu- og Samfelagsdeildini. Skeiðið telur 10 ECTS og er opið fyri...

LES MEIRA

Upptøkan á Setrinum klár

Í gjár fingu tilsamans 298 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur.

LES MEIRA

Føroyskt KT til forsagnir um lúsatøl í alibrúkum

Fiskaaling hevur gjørt eina kanning um lúsatrupulleikan í føroyskum alibrúkum. Eitt nýtt føroyskt modell og telduforrit til forsagnir um laksalús er í...

LES MEIRA