Skip to main content

Kom og les á Setrinum

Nú er klárt at søkja inn til lestur á Fróðskaparsetrinum, at byrja eftir summarfrítíðina.

Anna Katrin Matras | |   Til lesandi Føroyamálsdeildin Lestrarskrivstovan Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Setursskrivstovan Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin

Til ber at søkja elektroniskt á netinum. Sí nærri HER.

Í ár verður talan um upptøku til 11 bachelorútbúgvingar. Hesar eru:


Av masterútbúgvingum er 7 at velja ímillum, tær eru:

Umsóknarbløð, saman við leiðbeiningum og nærri kunning annars, eru at finna HER á heimasíðuni.

Talan er um tvær ymiskar umsóknarfreistir, fyri ávíkavist KVOTU 2, sum er hendan, sett til 15. apríl 2018 á midnátt, og KVOTU 1, ið er sett til 1. juli 2018.

Fyri umsøkjarar, sum søkja inn eftir kvotu 1, verður einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum. Hinvegin er møguleikin at søkja inn eftir kvotu 2 fyri tey, ið antin ikke hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, ella at tey hava útlendsk miðnámsprógv. Nærri kunning um hetta er at finna HER

Nærri kunning fyri hvørja útbúgving sær, er eisini at finna HER

Mentanarnevnd Løgtingsins vitjaði Setrið

Týsdagin 12. juni vóru umboð fyri Mentanarnevnd Løgtingsins á vitjan á Fróðskaparsetri Føroya

LES MEIRA

Kom í Sjólon og hoyr um útbúgvingarmøguleikar

Mikudagin 13. juni 2018 kl. 16 verður skipað fyri kunningartiltaki fyri bachelorútbúgvingarnar lívfrøði, KT-verkfrøði og sjúkrarøktarfrøði og...

LES MEIRA

Prógvhandan verður fríggjadagin 22. juni 2018

Í summar fáa væntandi 95 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya. Av hesum fáa 73 bachelorprógv, 21 fáa masterprógv og 1 fær hjánámsprógv.

LES MEIRA