Skip to main content

Leiðsla og dokumentatión í einum føroyskum dagstovni

Á myndini sæst bólkurin, ið arbeiddi við evninum leiðsla og dokumentatión. Í bólkinum vóru (frá vinstru): Sólva Ingvardsdóttir Højgaard, Sólvá Nielsen, Helgi Arnoldson, Edith Kristina Jónsdóttir, Annika Hansina Ole-Jacobsen og Milvian Poulsen.

Á lærara- og námsfrøðingaútbúgvingini er møguligt hjá teimum lesandi at velja eina linjugrein, ið eitur námsfrøðilig leiðsla.

Endamálið við linjugreinini er at geva teimum lesandi ástøðiligan og verkligan kunnleika um leiðslu til nýtslu á dagstovnum, serstovnum ella skúlum. Tey lesandi hugsavna seg bæði um leiðslu, ið vanligir námsfrøðingar og lærarar útinna í teirra dagliga starvi, og leiðslu, ið dagstovnaleiðarar, serstovnaleiðarar ella skúlaleiðarar útinna.

Í hvørjum undirvísingardegi verður arbeitt við ástøði helvtina av tíðini, og síðani verður leiðsla vand í verki við “lærandi  leiðslu”-undirvísingarháttinum hina helvtina av tíðini.  Í “lærandi leiðslu”-undirvísingarháttinum eru tey lesandi í bólkum við 4-6 lesandi í hvørjum bólki. Hesir bólkar arbeiða við einari sjálvvaldari verkætlan í ein mánað í senn. Bólkalimirnir velja ein lesandi til at vera leiðari fyri hvørja verkætlan. Endamálið við “lærandi leiðslu” er at styrkja leiðsluførleikarnar hjá teimum lesandi. Somuleiðis er endamálið at styrkja teirra samstarvsførleikar og teirra førleikar til at verða leidd.

Í fyrsta umfari av “lærandi leiðslu” hjá linjuholdinum 2017-2018 arbeiddi ein bólkur við evninum leiðsla og dokumentatión á dagstovnaøkinum. Tey lesandi gjørdu eitt sera væleydnað filmsbrot, ið var bygt á eitt interview við Anniku Wenningsted Jacobsen, leiðara á dagstovninum á Hamrinum á Argjum.

Sí filmsbrotið HER

UCAS vegleiðing mikudagin 13. desember

UCAS-vegleiðing mikudagin 13. desember á J.C. Svabosgøtu 14, klokkan 16.15-17.30. Tiltakið verður stroymað.

Ynskir tú vegleiðing í at fylla...

LES MEIRA

MA-skeið í retorikki

Føroyamálsdeildin bjóðar út MA-skeið í retorikki várið 2018

LES MEIRA

Lestrarvegleiðing á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Høvuðsendamálið sum lestrarvegleiðari er at  viðvirka til at lesandi fáa sum mest burturúr og bestu læruumstøður at útinna útbúgvingina innanfyri...

LES MEIRA