Skip to main content

Lestrarferð til Suðurkorea í summar

Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, ið hava lagt tvey ár av lestrinum aftur um seg, kunnu søkja um at sleppa við saman við lesandi úr øðrum londum í arktiska økinum

Holger Arnbjerg | |   Altjóða Skrivstovan Til lesandi

Lesur tú á Setrinum og hevur tú lagt tvey tey fyrstu lestrarárini aftur um teg, so hevur tú møguleika at sleppa eina 10 daga lestrarferð til Suðurkorea í tíðarskeiðnum 5.-14. juli í ár; afturat hesum koma so ferðingardagarnir. Tað eru UArctic University og Korea Maritime Institute, ið hava tikið stig til hendan møguleikan, og fyriskipararnir rinda fyri ferð og uppihald.

Innihaldsliga er lestrarferðin í tveimum. 4-5 dagar fara til luttøku á 4rd Korea Arctic Academy in Korea, sum verður á Korea Maritime Institute. Har verða fyrilestrar um arktisk viðurskifti, hildnir av altjóða og koreanskum serfrøðingum. 3-4 dagar fara til at vitja almennar stovnar, granskingarstovnar og ídnaðarfyritøkur.

20 lesandi verða vald frá UArctic universitetunum í arktiska økinum, og Fróðskaparsetur Føroya er eitt teirra. Universitetini skulu tilnevna í mesta lagi tvey lesandi frá sínum egna universiteti. Fortreytin er, at tey lesandi hava søkt, hava lagt við lívsrensl (CV) og í skrivi hava grundgivið fyri, hví tey eru áhugað í at koma við. Lesandi úr sokallaðu ’arktisku londunum’ (har uppi í eru Føroyar) verða tikin framum. Tey 20, ið verða útvald, verða saman við 10 lesandi frá Suðurkorea, meðan tey eru har.

Hevur tú áhugað/ur í hesum møguleikanum? So kanst tú lesa meira um hann her, og senda umsókn til ask(at)setur.fo – tú skalt hefta títt CV við (íroknað adressu og telefonnummar) og skriva í mesta lagi eina A4-síðu, har tú grundgevur fyri, hví tú hevur áhuga fyri at verða tilnevnd(ur) av Setrinum at sleppa lestrarferðina til Suðurkorea.

Hevur tú eitthvørt at spyrja um, set teg so í samband við Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni, holgera(at)setur.fo ella telefon 29 25 13.

Umsóknin skal vera innkomin á ask(at)setur.fo í seinasta lagi týsdagin 27. mars 2018.

Mentanarnevnd Løgtingsins vitjaði Setrið

Týsdagin 12. juni vóru umboð fyri Mentanarnevnd Løgtingsins á vitjan á Fróðskaparsetri Føroya

LES MEIRA

Kom í Sjólon og hoyr um útbúgvingarmøguleikar

Mikudagin 13. juni 2018 kl. 16 verður skipað fyri kunningartiltaki fyri bachelorútbúgvingarnar lívfrøði, KT-verkfrøði og sjúkrarøktarfrøði og...

LES MEIRA

Prógvhandan verður fríggjadagin 22. juni 2018

Í summar fáa væntandi 95 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya. Av hesum fáa 73 bachelorprógv, 21 fáa masterprógv og 1 fær hjánámsprógv.

LES MEIRA