Skip to main content

Magnús Snædal, professari, farin

Magnús Snædal

Magnús Snædal professari í málvísindum við Háskóla Íslands, samstarvsmaður hjá Fróðskaparsetrinum og góður vinur, doyði 3. desember, 65 ára gamal.

Turið Sigurðardóttir | |   Føroyamálsdeildin

Hann var føddur á Akuroyri í 17. apríl 1952 og tók útbúgving sína við Háskóla Íslands, og har hevur hann starvast í mong ár. Gransking hansara fevnir víða, m.a. um íslendskt, føroyskt og yrkorðafrøði, men tey seinastu umleið tjúgu árini hevur hann serliga rannsakað gotiskt. Hann var millum mætastu serfrøðingar í altjóða gransking í samanburðarmálfrøði og gotiskum og leggur eftir seg stórt vísindaligt avrik.
Long grein, sum hann skrivaði um føroysku sjálvljóðaskipanina, stendur í tíðarritinum Íslenskt mál og almenn málfræði 1986. Í aðrari grein, í Máltingi nr. 2 1992, bar hann saman menningina hjá sjálvljóðum og tvíljóðum til íslendskt og føroyskt.

Eitt høvuðverk hansara er A Concordance to Biblical Gothic I. Introduction, Texts; II. Concordance, sum kom út fyrstu ferð í 1998 og í 3. útgávu 2013.
Frá 1984 og í eini tólv ár var Magnús ritstjóri fyri yrkorðasavninum hjá læknafelagi Íslands. Har framdi hann munadygt og væl hepnað starv við at fáa til vega íslendsk orð og heiti á tí ovurstóra yrkismálsliga økinum, sum læknavísindini umboða. Kunnað varð javnan um úrslitini, orðagerð, nýggjyrði og týðingar, í íslendska Læknablaðnum. Hann skrivaði grein um hetta arbeiðið í Nordisk tidsskrift for fagsprog og terminologi nr. 2 1986.  

Magnús var í føroyanevndini fyri granskingarsamstarvið millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya frá byrjan 1990 til 2012 og hevur verið á teimum flestu ráðstevnunum hjá samstarvinum, seinast í Reykjavík í fjør summar. Hann og undirritaða vóru ritstjórar á nr. 1-5 og 7 av ráðstevnuritinum Frændafundi, Anfinnur Johansen var medritstjóri hansara á nr. 6.

Magnús var eldhugaður og ágrýtin vísindamaður, munnstillur, trúfastur og góður í ávikum. Saknur verður í honum sum menniskja og samstarvsfelaga. 

Heiðrað veri minni hansara.
 

UCAS vegleiðing mikudagin 13. desember

UCAS-vegleiðing mikudagin 13. desember á J.C. Svabosgøtu 14, klokkan 16.15-17.30. Tiltakið verður stroymað.

Ynskir tú vegleiðing í at fylla...

LES MEIRA

MA-skeið í retorikki

Føroyamálsdeildin bjóðar út MA-skeið í retorikki várið 2018

LES MEIRA

Lestrarvegleiðing á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Høvuðsendamálið sum lestrarvegleiðari er at  viðvirka til at lesandi fáa sum mest burturúr og bestu læruumstøður at útinna útbúgvingina innanfyri...

LES MEIRA