Skip to main content

Malan Marnersdóttir fyrilestur í Montréal

Malan Marnersdóttir í Montréal

Mánadagin tann 25. september helt Malan Marnersdóttir fyrilesturin “Les Îles Féroé et la littérature” fyri lesandi í røðini “L’imaginaire du Nord” (ávikavist Føroyar og bókmentirnar og Hugmyndir um norður).

Lena Reinert | |   Føroyamálsdeildin

Hetta er skeið, sum Daniel Chartier professari skipar fyri á Québec-universitetinum í Montréal. Til fyrilesturin høvdu teir 60 studentarnir lisið søgnina um kópakonuna, brot úr skaldsøgunum Barbara og Den sorte gryde, stuttsøguna “Malvinius og teir” og yrkingar eftir Guðrið Helmsdal, Steinbjørn B. Jacobsen, Róa Patursson og Carl Jóhan Jensen í franskari týðing. Seinni í heyst eru bæði fyrilestur um Norra og norskar bókmentir og grønlendski rithøvundurin Nivi Korneliussen vitjar skeiðið.
 
Í kanadiska landspartinum Québec er almenna málið franskt. Québec-franskt er í høvuðsheitum sum franskt í Fraklandi. Tó eru nøkur sermerki, eitt nú eru fronsku navnorðaformarnir øktir, soleiðis at –e verður skoytt upp í orð sum “professeur” fyri at vísa at talan er um eina kvinnu, “professeure”.
 
Fleiri upplýsingar um skeiðið le programme de ce cycle de conférences HER

 

Universitetið í Montréal

Vøkstur í kvotu 2 umsóknartali

15. apríl á midnátt fór freistin fyri at søkja inn til lestur á Setrinum eftir kvotu 2. Samanlagt 114 umsøkjarar hava valt hendan møguleikan.

LES MEIRA

Føroyar í 1800-talinum lýstar úr fleiri sjónarhornum

Í 2012 fóru granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum undir samstarv um verkætlan, sum skuldi lýsa Føroyar í 1800-talinum úr fleiri...

LES MEIRA

Fróðskaparsetrið 3 nýggjar vísindaligar greinir um kropslig viðurskifti í úrvalsfótbólti

Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri heilsu- og almannagransking og dekanur á Fróðskaparsetrinum, er við í trimum vísindaligum greinum um...

LES MEIRA