Skip to main content

Markleys Útbúgving 2017

Afturvendandi tiltakið, Markleys Útbúgving, verður í ár hildið í Norðurlandahúsinum hósdagin 14. september.

 

|   Altjóða Skrivstovan Til lesandi

Ein broyting hesaferð er, at tann parturin, sum plagar at verða hildin um kvøldið, ikki er á skrá í ár.

Tiltakið, sum byrjar kl. 9, er í fyrsta lagi ætlað miðnámsskúlannæmingum, sum ganga á síðsta ári. Men øll, ið havi áhuga, eru vælkomin, bæði at koma at lurta eftir framløgunum og at vitja og fáa kunning um lestrarmøguleikar á básunum, hetta frá kl. 10.15 til 15.00.

Tiltakið er ókeypis fyri øll.

Skráin fyri tiltakið er at síggja HER

Brúk av HAVA/VERA í føroyskum

Hjalmar P. Petersen hevur saman við Caroline Heycock nýggja grein í nýggjastu útgávuni av Acta Linguistica Hafniensia.

LES MEIRA

Ph.d.-skeið í epidemiologi hildið

Depilin fyri Heilsu- og almannagransking hevur hesa vikuna hildið ph.d.-skeið í epidemiologi: "Basic principles of epidemiology".

LES MEIRA

Setrið við í granskingarverkætlan um kropsligu krøvini í íshokki

Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetur Føroya, er verkætlanarleiðari í størri granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina...

LES MEIRA