Skip to main content

Námslektari í sjúkrarøktarfrøði settur

Tórunn Højgaard Ósá, námslektari í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Tórunn Højgaard Ósá er sett í starvið sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya at byrja 1. januar 2018.

Anna Katrin Matras | |   Til lesandi Sjúkrarøktarfrøðideildin

Tórunn hevur drúgvar royndir innan føroyska heilsuverkið, seinastu fimm árini sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á psykiatriska deplinum. Hon varð útbúgvin cand. scient. soc í 2010 á RUC og sjúkrarøktarfrøðingur í 2001 á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Hon hevur harumframt royndir sum undirvísari og próvdómari á sjúkrarøktarfrøðideildini.

Setanin merkir samstundis, at ískoytisskeiðið í sjúkrarøktarfrøði, sum varð útsett fyrr í ár, kann byrja í januar 2018.  Tey, sum søktu inn á ískoytisskeiðið í sjúkrarøktarfrøði í heyst, fáa í boði at taka skeiðið eftir nýggjár.

Íslendskur lestrarstuðul

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. desember 2017

LES MEIRA

NCBio Ráðstevna: Hard Choices in Nordic Health Care 2.0

Mánadagin 20. november.2017 skipar norðurlendska nevndin fyri Bioetikk - Nordic Committee on Bioethics - fyri ráðstevnu við heitinum: "Hard Choices in...

LES MEIRA

Arm- og beinvøddar svara ymiskt uppá kropsliga venjing

Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking hevur útgivið nýggja vísindaliga grundgranskingargrein um fysiologiskar tillagingar til kropsliga venjing í...

LES MEIRA