Skip to main content

Ph.d.-verja hjá Hans Harryson

Hans Harryson fer at verja ph.d.-ritgerð sína mikudagin 27. juni 2018

Mikudagin 27. juni 2018 fer Hans Harryson at verja ph.d.-ritgerð sína í Auluni á Námsvísindadeildini.

 

|   Til lesandi Námsvísindadeildin Setursskrivstovan

Evnið fyri ritgerðini er:
Den pædagogiske diskurs i læreruddannelsen - formål, indhold og undervisningsmetoder. En komparation af læreruddannelserne HSN, Drammen, VIA, Aarhus og HÍ, Reykjavik.

Samandráttur av ritgerðini á enskum kann lesast HER

Hans Harryson hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hans, sum frammanundan er námslektari á Námsvísindadeildini, byrjaði arbeiðið við síni ph.d. í september í 2014 og lat ritgerðina inn marts í ár. Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya og Granskingarráðnum, er tað, sum verður kallað “joint degree”, sum er ein avtala millum Århus universitet og Fróðskaparsetur Føroya.

Høvðusvegleiðari hevur verið Jens Rasmussen, professari á DPU, Aarhus Universitet og hjálparvegleiðari hevur verið Firioz Gaini, Fróðskaparsetur Føroya

Í metingarnevndini sita:

  • Per Fibæk Laursen, professari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse (DPU) við Aarhus Universitet (formaður)
  • Elsebeth Jensen, útbúgvingarleiðari á VIA University College
  • Elaine Munthe, professari á Fakultet for utdanningsvitenskap og humaniora við Universitetet i Stavanger


Verjan, sum er almenn, verður sum nevnt í Auluni á Námsvísindadeildini mikudagin 27. juni 2018 og byrjar stundisliga kl. 13.

Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.

Altjóða summarskeið á Føroyamálsdeildini

26 studentar úr ymiskum londum læra seg føroyskt

LES MEIRA

Hvør skal umboða Føroyar í Creative Business Cup?

Hósdagin 23. august verður nýggja Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum karmur um kappingina Creative Business Cup Føroyar, ið er ein kapping millum føroyskar...

LES MEIRA

Lær teg at skriva greitt og rætt

Í heyst verður aftur møguligt at taka alment skeið í føroyskum á Føroyamálsdeildini

LES MEIRA