Skip to main content

Responsible Tourism ráðstevna, 24.-25. mai 2018

Verkætlanin Green Growth Dialogue stendur aftur í ár fyri eini ráðstevnu, hesa ferð við heitinum Responsible Tourism. Ráðstevnan verður hósdagin 24. og fríggjadagin 25. mai í Sjóvinnuhúsinum, Tórshavn.

Anna Sofía Lava | |   Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Endamálið við ráðstevnuni er at skapa kjak um grønan vøkstur og menning av ferðavinnuøkinum í Føroyum.

Ferðavinnuøkið tekur seg alsamt meira fram í Føroyum, og fær størri týdning fyri okkum føroyingar og samfelag okkara. Ein vælvirkandi ferðavinna krevur skipaðar karmar og planlegging, og vitan um, hvussu myndugleikar, vinna og borgarar í Føroyum menna og skipa ferðavinnuøkið á ein ábyrgdarfullan hátt, har atlit verður tikið til lokalsamfeløg, umhvørvi og trygd.

Á skránni verða fimm kjaksessiónir, ið taka støði í at skipa eina ábyrgdafulla ferðavinnu: ábyrgdabýtið millum land og kommunur, amboð, ið kunnu tryggja burðardygga ferðavinnu, grønum vøkstri, og spjaðing av ferðavinnuni kring allar Føroyar alt árið til gagns fyri føroyingar og ferðafólk.

Eisini verða tvær verkstovur 24. og 25. mai, har øll, ið luttaka, kunnu geva sítt íkast til kjakið um eitt nú førleikamenning, samskifti, borgaraluttøku og íverksetan innan ferðavinnuna.

Mangt annað verður eisini á skrá, ið hóskar til ein og hvønn, ið hevur áhuga fyri ferðavinnuøkinum, umframt hópin av serkønum serfrøðingum úr Føroyum og útlandinum. Á døgurða báðar dagarnar verður okkurt gott til matna. Fyri skrá, umboð og atgongumerki sí heimasíðu okkara

Kom og hoyr um útbúgvingarmøguleikar á Føroyamálsdeildini

Mikudagin 16. mai 2018 kl. 15 verður skipað fyri kunningartiltaki um útbúgvingarmøguleikar á Føroyamáldeildini.

LES MEIRA

"Bláa vitan" fyri burðardygga samfelagsmenning

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini, luttók á ráðstevnuni OCEAN WEEK 2018 (‘Oceans in Change’), sum varð hildin í...

LES MEIRA

Fýra úrtøkur frá skeiðinum Námsfrøðilig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og strategisk leiðsla

Í linjugreinini "Námsfrøðilig Leiðsla” til námsfrøði- og læraralesandi á Námsvísindadeildini er eitt skeið á 15 ECTS júst endað, ið bar heitið...

LES MEIRA