Skip to main content

Skeið í nýskapan á Setrinum

Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar skeið í nýskapan út í heyst.

Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi innlit í ástøði, hugtøk og háttalag innanfyri nýskapan, og sjálvstøðugt at brúka hesi í verki í fyritøkum, stovnum og felagsskapum. Tann lesandi fær førleikar at greina og diskutera, hvat nýskapan er, hvussu hon virkar, og hvørjar avbjóðingar/møguleikar ein nýskapan hevur.

Fakið er bygt á trý grundleggjandi evni:

  1. Menning av innovatiónsástøðum gjøgnum tíðina, harímillum týdningin og ávirkanin hetta hevur havt á okkara gerandisdag.
  2. Týdningarmikil ástøði, ið brúkt verða í innovatións-samanhangi í dag
  3. Týdningarmikil háttaløg sum íkast til innovatiónmannagongdir

Dentur verður lagdur á at menna praktiskar førleikar at útinna ástøði, hugtøk og háttaløg í verki. Undirvísingin er skipað við fyrilestrum, bólkaarbeiði, venjingum og framløgum, sum stuðla undir menningina av at útinna innovatións-arbeiði í verki.

Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at greiða frá ástøði, hugtøkum og háttaløgum innan nýskapan, og hvussu nýskapan virkar. Eisini skal tann lesandi kunna greina fyrimunir/vansar við hugskotum í samband við innovatiónsmannagongd, og hvussu nýskapanir verða ávirkaðar av, og tillaga seg eftir, umhvørvinum, sum nýskapanir eru í. Tann lesandi skal duga at gjøgnumføra eina innovatiónstilgongd í verki  og sjálvstøðugt vísa á, hvussu konkretar avbjóðingarnar kunnu handfarast á bestan hátt.

Valskeið fyri lesandi á Fróðskaparsetrinum, ella sum gjaldskeið: 2.000 DKK

Ábyrgdari: Árni Jóhan Petersen, Ph.D., arnip(at)setur.fo +298 292609
Undirvísari: Jákup Bech Jensen
Link: www.nyskapan.com/innovation

 

Setrið bjóðar út skeið um mannarættindi og religión í heyst

Seinast í august byrjar skeiðið ”Mannarættindi, religión og politikkur” á Søgu- og Samfelagsdeildini. Skeiðið telur 10 ECTS og er opið fyri...

LES MEIRA

Upptøkan á Setrinum klár

Í gjár fingu tilsamans 298 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur.

LES MEIRA

Føroyskt KT til forsagnir um lúsatøl í alibrúkum

Fiskaaling hevur gjørt eina kanning um lúsatrupulleikan í føroyskum alibrúkum. Eitt nýtt føroyskt modell og telduforrit til forsagnir um laksalús er í...

LES MEIRA