Skip to main content

Søgu- og samfelagsdeildin japanska vitjan

Ein av teimum vitjandi var Tokuro Ambe, Cultural Section Chief á japansku sendistovuni í Keypmannahavn.

Seinasta hósdag 1. mars vóru tvey umboð av japansku sendistovuni í Keypmannahavn á vitjan á Søgu- og samfelagsdeildini.

Firouz Gaini | |   Søgu- og samfelagsdeildin

Tokuro Ambe (Cultural Section Chief) og Shima Hasegawa Møller (Coordinator, Information and Culture Section) hittu Firouz Gaini og Jens Christian Svabo Justinussen á óformligum fundi, hvørs endamál var, at kunna gestirnar um japanska gransking í Fróðskaparsetri Føroya í dag.

Firouz Gaini hevði stutta framløgu um sínar antropologisku verkætlanir (2015 og 2018) úr Japan. Eisini fortaldi hann eitt sindur um japanskt-føroyskt samstarv innan mentan og gransking sum heild.

Jens Christian Svabo Justinussen kunnaði síðan gestirnar um samfelagsvísindaligu útbúgvingarnar á SSD.

At enda varð tosað um hvørjar møguleikar lesandi og granskarar úr Føroyum hava fyri at vitja japanskar læru- og granskingarstovnar.

Tokuro Ambe og Shima Hasegawa Møller, umframt Yoshifumi Sasatami (Charges d'affaires ad interim), sum tíverri ikki fekk verið við á fundinum á SSD, vóru í Føroyum í sambandi við japanska filmdagin á TÓFF (Tórshavn Film Festival), sum japanska sendistovan í Keypmannahavn hevur verið við til at skipa fyri.

Mentanarnevnd Løgtingsins vitjaði Setrið

Týsdagin 12. juni vóru umboð fyri Mentanarnevnd Løgtingsins á vitjan á Fróðskaparsetri Føroya

LES MEIRA

Kom í Sjólon og hoyr um útbúgvingarmøguleikar

Mikudagin 13. juni 2018 kl. 16 verður skipað fyri kunningartiltaki fyri bachelorútbúgvingarnar lívfrøði, KT-verkfrøði og sjúkrarøktarfrøði og...

LES MEIRA

Prógvhandan verður fríggjadagin 22. juni 2018

Í summar fáa væntandi 95 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya. Av hesum fáa 73 bachelorprógv, 21 fáa masterprógv og 1 fær hjánámsprógv.

LES MEIRA