Skip to main content

Stakgreinalestur á Føroyamálsdeildini

Føroyamálsdeildini bjóðar út fýra stakskeið, ið øll kunnu takast á bæði bachelor- og masterstigi

Ólavur Waag Høgnesen | |   Til lesandi Føroyamálsdeildin

Í heyst kunnu hesi stakskeið lesast á Føroyamálsdeildini

- nútíðarføroyskt

- fólkanavnafrøði

- kyn í norðurlendskum bókmentum og

- bókmentaligur kritikkur og ummæli

Tú kanst lesa meira um hvørja av stakgreinunum her. Á leinkinum finnur tú eisini umsóknarblað og tímatalvur.

Øll skeiðini kunnu lesast á bæði bachelor- og masterstigi, og telja 10 ECTS hvørt. Kostnaðurin fyri stakgreinalestur er 200 kr. fyri hvørt ECTS.

Umsóknarfreistin er 10. august 2017.

Brúk av HAVA/VERA í føroyskum

Hjalmar P. Petersen hevur saman við Caroline Heycock nýggja grein í nýggjastu útgávuni av Acta Linguistica Hafniensia.

LES MEIRA

Ph.d.-skeið í epidemiologi hildið

Depilin fyri Heilsu- og almannagransking hevur hesa vikuna hildið ph.d.-skeið í epidemiologi: "Basic principles of epidemiology".

LES MEIRA

Setrið við í granskingarverkætlan um kropsligu krøvini í íshokki

Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetur Føroya, er verkætlanarleiðari í størri granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina...

LES MEIRA