Skip to main content

Stórur áhugi fyri NORDPLUS

Námsvísindadeildin er við í NORDPLUS-stuðlaðari verkætlan um møguleikarnar fyri nýskapan innan taranýtslu til frama fyri heilsu og burðardygd. Mynd: Carsten Maack

NORDPLUS hevur játtað stuðul til 403 umsóknir, av teimum 82 úr Føroyum

Tá ið freistin at søkja stuðul til NORDPLUS-tiltøk var úti 1. mars vóru 582 umsóknir innkomnar. Umsóknirnar komu frá 3.824 stovnum og felagsskapum úr øllum NORDPLUS-limalondunum, og áhugi var fyri samstarvi innan øll fimm stuðulsøki. Samanlagt varð søkt um 183 milliónir krónur.

Umsóknirnar eru nú viðgjørdar, og av teimum 582 umsóknunum er 403 játtaðar. Samlaða upphæddin, sum er játtað, er um 77 milliónir krónur, og tær fara til 3.115 av teimum 3.824 stovnunum og felagsskapunum, sum søktu.

82 føroyskir stovnar og felagsskapir søktu um NORDPLUS-stuðul. Hetta eru 2,6 % av teimum 3.115, sum søktu, og Føroyar eru sambært Jonas Ludvigsen, NORDPLUS-samskipara, yvirumboðaðir eftir fólkatalinum.

Les meira um NORDPLUS. Í 2017 og 2018 verður serligur dentur lagdur á verkætlanir, ið snúgva seg um undirvísing av tilflytarum og flóttafólkum.

Fótbóltsvenjing ávirkar heilsustøðuna hjá kvinnum

Magni Mohr hevur saman við donskum og brasilianskum granskarum útgivið vísindaliga review-grein um, hvussu fótbóltsvenjing ávirkar heilsustøðuna hjá...

LES MEIRA

Heini í Skorini leggur fram sína ph.d.-ritgerð fríggjadagin

Komandi fríggjadag tann 24. november leggur Heini í Skorini fram sína ph.d.-ritgerð um samanbrestin ímillum religión øðrumegin og talufrælsi...

LES MEIRA

Um allar gáttir

Ein dagur í Norðurlandahúsinum um yrkingar og myndir eftir Tórodd Poulsen

LES MEIRA