Skip to main content

Summer Academy on the Continental Shelf 2018

Frá vinstru: Dr. Estevao S. Mahanjane, Martin V. Heinesen og Simon Njuguna

Í dag byrjar Summer Academy on the Continental Shelf 2018. Talan er um eitt vikuskeið um landgrunsrætt, ið Fróðskaparsetur Føroya skipar saman við African Institute of International Law (AIIL).

Bjørn Kunoy | |   Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Skeiðið er grundað á samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL og er m.a. stuðlað av Korean Maritime Institute og av játtanini hjá landsstýrinum til menningarsamstarv. Aðrir samstarvspartar eru Jarðfeingi og GEUS. Skeiðið verður hildið í Arusha, Tansania.

Endamálið er at fáa luttakarar úr øllum heiminum, herundir serliga úr menningarlondum, at nema sær holla vitan um jarðfrøðilig og løgfrøðilig viðurskifti um landgrunnin.

Tilsamans 33 luttakarar úr 24 londum eru á skeiðinum, heruppií eru 16 luttakarar úr 12 afrikanskum londum. Millum undirvísararnar teljast m.a. forsetin í altjóða dómstólinum í Haag,  Abdulqawi Ahmed Yusuf og tríggir limir í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða.

Meira um SACS sæst HER

Mynd frá í morgun, sum er fyrsti dagur
Her sæst Judge Yusuf, fyrilestrahaldari, sum eisini er "Vice-President of the International Court of Justice".

Ung í oyggjasamfeløgum

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini, var gestagranskari á University of the Ryukyus í Japan í mai/juni (viku 22 og 23) í...

LES MEIRA

Setrið bjóðar út skeið um mannarættindi og religión í heyst

Seinast í august byrjar skeiðið ”Mannarættindi, religión og politikkur” á Søgu- og Samfelagsdeildini. Skeiðið telur 10 ECTS og er opið fyri...

LES MEIRA

Upptøkan á Setrinum klár

Í gjár fingu tilsamans 298 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur.

LES MEIRA