Skip to main content

Svar til grein hjá Føroya Lærarafelag

Jacob Eli S. Olsen lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag skrivar á heimasíðu felagsins 8. august grein við heitinum “Námsvísindadeildin hevur lága raðfesting á Setrinum”.

Sigurð í Jákupsstovu | |   Setursskrivstovan

Í innganginum verður sagt, at í 2011 hevði Føroya Læraraskúli eina játtan á umleið 23 milliónir, og at Námsvísindadeildin nú fær væl minni enn 20 milliónir í sín part.

Hendan samanberingin er ikki røtt, og skal eg her royna at greiða frá, hví so er.

Fyri 2011 var samlaða játtanin til Føroya Læraraskúla 22,546 mió kr. Raksturin 2011 vísir eitt úrslit uppá 21,944 mió kr. Raksturin í 2011 er býttur á 4 ymisk endamál (staðnr.):

  • 0000: Ógreinað                                    -631 tkr
  • 0100: Læraraskúlin                          19.393 tkr
  • 0200: Kantinan                                          2 tkr
  • 0300: Venjingarsk/Lærarask             3.180 tkr

Virksemið undirvísing og gransking hjá Føroya Læraskúla er bókað á staðnr 0100 og er sostatt 19,4 mió í 2011.

Fyri sama virksemi í 2017 hjá Námsvísindadeildini, bókað á Fróðskaparsetur Føroya staðnr. 0010, sæst at raksturin var 19,9 mió.

Um vit samanbera lønarútreiðslurnar (stkt 11) sæst, at lønarútreiðslurnar í 2017 (18,4 mió kr) eru áleið 3,6 mió hægri enn í 2011 (14,8 mió kr).

Tað er skeivt at siga at Námsvísindadeildin hevur lága raðfesting á Setrinum. Síðan 2012 hevur verið arbeitt við at styrkja útbúgvingar- og granskingarvirksemið á deildini. Hetta sæst m.a. við, at talið av føstum starvsfólkum og granskarum er økt, at fakini støddfrøði og føroyskt eru uppraðfest, og við at starvslæran verður styrkt. Fleiri onnur dømi kundu verið nevnd.

Vit harmast um at Føroya Lærarafelag ber slík tíðindi uttan fyrst at venda sær til Fróðskaparsetrið, tí, fyri at nýta orðini hjá Jacob Eli, so er Námsvísindadeildin grundin undir fólkaskúlanum og fremsti samstarvsfelagi hjá lærarayrkinum.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya

Svar til grein hjá Føroya Lærarafelag

Jacob Eli S. Olsen lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag skrivar á heimasíðu felagsins 8. august grein við heitinum “Námsvísindadeildin hevur...

LES MEIRA

Skeið í mannarættindum og religión: Evstamark er 20. august

Hvat er ein mannarættur? Hvaðani stava idealini um t.d. trúarfrælsi, talufrælsi og javnrættindi? Nær er religión ein viðspælari, og nær er religión...

LES MEIRA

Tøk lestrarpláss 2018

Til og við 16. august 2018 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.

LES MEIRA