Skip to main content

Tikið verður upp til løgfrøði í summar

18. januar varð fráboðað, at orsakað av sparingum verður upptøka til fulltíðarlestur til master í løgfrøði avlýst í 2018.

Leiðslan á Setrinum |

Eftirfylgjandi hevur verið hugt eftir øðrum møguleikum at finna sparingar, soleiðis at upptøka í summar kortini verður.

Hetta hevur eydnast. Við at leggja skeiðsskránna um, eru neyðugu sparingarnar funnar, og tí er nú avgerð tikin um, at upptøka til fulltíðarlestur til master í løgfrøði verður á sumri 2018, sum vant.

Nærri kunning um lestur í løgfrøði fæst við at venda sær til Lestrarskrivstovuna á Fróðskaparsetrinum lls(at)setur.fo  ella tlf nr 352511 ella til Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara, bardurl(at)setur.fo ella tlf nr 292598.

13 nýggjar master í heilsuvísindum

Týs- og mikudagin í hesi vikuni vóru 13 kvinnur, sum vardu ritgerð í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri...

LES MEIRA

Gethin Wyn Roberts á altjóða kongress fyri landmátarar (FIG)

Heitið á kongressini var "Embracing our Smart World where the continents connect: enhancing the geospatial maturity of societies"

LES MEIRA

Panelfundur um mentanarferðavinnu

Panelfundur við støði í gransking í mentanarferðavinnu í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 1. juni kl. 13.30-15.00

LES MEIRA