Skip to main content

Tillagingar til veðurlagsbroytingar

Fundurin var hildin í glæsiligu býráðshúsunum í Derry. Her eru verkætlanarluttakararnir avmyndaðir saman við starvsfólki á umhvørvisdeildini hjá kommununi í Derry & Strabane.

Føroyska veðrið er ógvuliga skiftandi, og kann mangan vera buldrasligt, og sambært forsøgnunum frá altjóða veðurgranskarum kunnu vit vænta broytingar í veðurlagnum frameftir.

Hvussu hitalagið verður í Føroyum veldst nógv um havstreymarnar, so tað er ikki víst, at tað verður heitari hjá okkum. Hinvegin tykist semja vera um, at veðrið kring allan heimin væntandi verður meira ógvusligt: til dømis at øki við nógvum regni, fáa enn meira regn, samstundis sum tey øki, sum stríðast við turk, fáa uppaftur minni regn. Sama er væntandi við vindi og uppgangi.

Í flestu londunum kring okkum hava myndugleikarnir gjørt yvirskipaðar ætlanir um, hvørjar tillagingar skulu gerast fyri at fyrireika seg til veðurlagsbroytingar. Hesar ætlanir vísa tó ikki, hvørjir ítøkiligir vandar eru í ymsu økjunum, og smáar kommunur hava helst eisini tørv á stuðli fyri at kunna gera hóskandi ætlanir fyri, hvussu tær skulu skipa arbeiðið at fyrireika seg til væntaðu veðurlagsbroytingarnar.

EU fíggjar granskingar- og menningarætlanir í fjarskotnum økjum, og nú er ein verkætlan um at fyrireika og tillaga okkum til komandi veðurlagsbroytingarnar komin væl í gongd, fíggjað av Northern Periphery and Arctic programme. Fróðskaparsetrið er verkætlanarleiðari fyri føroyska partinum av verkætlanini, har eisini Tórshavnar kommuna og SEV luttaka.

Við í verkætlanini eru eisini Norðurírland, Svøríki, Írland, Skotland, Finnland og Ísland. Talan er um eina trý-ára verkætlan.

Grundarlagið 
Í flestu luttakandi londunum hevur verið arbeitt nakað við váðametingum av væntaðu veðurlagsbroytingunum, og veðurlagsmátingar eru greinaðar eitt sindur. Í Føroyum mugu vit gera nakrar nýggjar greiningar av veðurlagsmátingum, sum eru til taks.

Tað sum hini londini serliga hava arbeitt við, eru viðurskifti so sum glopraregn og hitabylgjur. Í Føroyum er helst eisini vert at gera váðametingar fyri uppgang og vind.

Út frá hesum váðametingum ber so til at gera uppskot til fyribyrgjandi tiltøk.

Verkstova fyri føroyskar kommunur 
Komandi vár verður skipað fyri eini verkstovu fyri føroyskar kommunur, har evnið verður hvussu skrásetingar og váðametingar kunnu nýtast sum amboð hjá kommunalum myndugleikum at fyrireika seg til komandi verðurlagsbroytingar.

Fundur í Derry 
Í hesi vikuni hevur verið verkætlanarfundur í Derry í Norðurírlandi, har Erla Olsen og Hilmar Simonsen frá Fróðskaparsetrinum hava luttikið. Á fundinum kom fram, at summi meta, at føroyingar longu hava gjørt ymsar tillagingar til veðurlagsbroytingar. Sum eitt dømi varð nevnt, at føroyskt húsasmíð hevur tillagað seg, soleiðis vindskaðarnir eru fækkaðir.

Erla Olsen, Námsvísindadeildin
Hilmar Simonsen, Náttúruvísindadeildin

UCAS vegleiðing mikudagin 13. desember

UCAS-vegleiðing mikudagin 13. desember á J.C. Svabosgøtu 14, klokkan 16.15-17.30. Tiltakið verður stroymað.

Ynskir tú vegleiðing í at fylla...

LES MEIRA

MA-skeið í retorikki

Føroyamálsdeildin bjóðar út MA-skeið í retorikki várið 2018

LES MEIRA

Lestrarvegleiðing á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Høvuðsendamálið sum lestrarvegleiðari er at  viðvirka til at lesandi fáa sum mest burturúr og bestu læruumstøður at útinna útbúgvingina innanfyri...

LES MEIRA