Skip to main content

Tiltak í kvøld: "Latið oljuna liggja"

Ringrás, Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari á West Nordic Studies á Setrinum, og Unga Tjóðveldið skipa fyri tiltakinum "Latið oljuna liggja"í høllini á Námsvísindadeildini (Læraraskúlahøllini) í kvøld, týsdag 16. mai, kl. 19.00. Tiltakið er ókeypis.

 

|   Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Í tíðindaskrivi um tiltakið, siga fyrireikararnir: "Føroyar hava fyri stuttum bundið seg til COP21 veðurlagsavtaluna saman við 197 øðrum londum, men hóast samtyktina fara Føroyar á fjórða sinni at leita eftir olju. Ætlanin er eitt týðiligt brot á Paríssáttmálan, og tí mótmæla fyriskipararnir staðiliga ætlanunum hjá landsstýrinum."

Fyriskipararnir av tiltakinum eru Ringrás, Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, Lau Øfjord Blaxekjær, West Nordic Studies og Unga Tjóðveldið.

"Hvørjir eru so møguleikarnir innan orku, og hví verður tað sagt, at oljuvinnan er ein deyður endi?" Hesir spurningar og aðrir við verða umrøddir til tiltakið.

Tiltakið verður týskvøldið 16. mai, kl. 19:00 í høllini á Námsvísindadeildini (Læraraskúlahøllini), Frælsið 20.

Skráin til tiltakið:

19:00 - Vælkomin
19:10 - Filmurin "Climate of Concern" verður vístur
19:45 - Ingmar Valdemarson á Løgmansbø - "Oljuvinna - ein deyður endi"
20:10 - Lau Øfjord Blaxekjær - "Færøernes internationale muligheder med grønt diplomati"
20:30 - Árni Jóhan Petersen - PhD um føroyska oljuvinnu

Í 1991 framleiðir Shell filmin "Climate of Concern", ið umrøður og ávarar um ógvusligar veðurlagsbroytingar. Filmurin er umleið 30 minuttir til longdar og hevur føroyskan undirtekst.

Lau Øfjord Blaxekjær er adjunktur og útbúgvingarleiðari fyri West Nordic Studies. Í mong ár hevur Lau Øfjord Blaxekjær undirvíst í m.a. umhvørvi, tøkni og veðurlagsbroytingum og hevur eisini luttikið í 5 teimum seinastu altjóða veðurlagsráðstevnunum.

Ingmar á Løgmansbø er ein av stigtakarum til Ringrás, og hevur drúgva vitan um umhvørvi, dálking og náttúruvernd. Týskvøldið hevur Ingmar á Løgmansbø framløguna "Oljuvinna - ein deyður endi".

Árni Jóhan Petersen PhD lesandi á CBS er í hálvt við sína PhD ritgerð, har hann kannar føroysku oljuvinnuna. Spurningar, sum Árni Jóhan Petersen viðgerð eru m.a. hvussu oljuleitingar hava ávirkað føroyska samfelagið, og í hvønn mun dreymurin um oljupengar hevur fingið gongd í oljuvirksemi.

275 umsøkjarar fingið bjóðað lestrarpláss

Freistin at taka av lestrarplássinum er 1. august á midnátt.

LES MEIRA

Lestrarhøli á Býarbókasavninum

Møguleiki er at nýta lestrarhølið á Býarbókasavninum 26. juni - 20. august

LES MEIRA

353 umsóknir til hægri lestur á Setrinum í 2017

Samlaða talið av umsóknum til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya í 2017 er 353.

LES MEIRA