Skip to main content

Tina úr torninum í øllum góðum

Loftsstovan á Føroyamálsdeildini var fullsett, tá ið Tina K. Jakobsen helt sín MA-fyrilestur um ‘Tårnet ved verdens ende’

Ólavur Waag Høgnesen | |   Til lesandi Føroyamálsdeildin

Tina K. Jakobsen helt MA-fyrilestur um frásagnarviðurskifti í skaldsøguni ‘Tårnet ved verdens ende’ eftir William Heinesen.

Fyrilesturin hevði støði í MA-ritgerð hennara 'Góðvarna barnið verður vaksið frásøgufólk'. Eftir ein ástøðiligan part gav Tina áhoyrarunum eitt gjølligt innlit í tann sjálvreflekterandi Amaldus, alt eftir um talan var um tann yngra Amaldus, ella tann tilkomna ‘eg’-Amaldus, sum umrøðir yngru útgávuna av sær sjálvum í 2. persóni.

Metingarnevndin, Malan Marnersdóttir, Jógvan í Lon Jacobsen og Bergur D. Hansen, metti, at Tina var komin væl frá fyrilestrinum. Bergur D. Hansen, sum hevur verið vegleiðari, bar metingina hjá metingarnevndini fram.

Tað einasta, sum var skrivað við reyðum, var, at Tina kundi havt gjørt tað ástøðiliga lættari at svølgja hjá áhoyrarunum við taka fram dømi fyrr heldur enn seinni í fyrilestrinum.

– Men ivaleyst hevur tú hugsað sum so, at vegleiðarin og hini í metingarnevndini skulu fáa tað, sum tey hava biðið um, helt Bergur fyri.

Niðurstøðan var tó greið: Fyrilesturin leyk til fulnar krøvini, og Tina fekk samstundis heitið MA í føroyskum máli og bókmentum.

Fremst á myndini Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðari. Síðani Bergur D. Hansen, Malan Marnersdóttir og Jógvan í Lon Jacobsen. Armslongd aftan fyri tey: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
Vegleiðarin (myndin) og metingarnevndin hevði ikki nógvar kritiskar viðmerkingar

Forvitnisligur mentanararvur verður talgildur

Føroyamálsdeildin hevur gjørt søguliga avtalu við SavnsGull

LES MEIRA

Almennar framløgur um sjúkrarøkt

Tey, sum verða útbúgvin sum bachelor í sjúkrarøktarfrøði í ár, leggja sínar verkætlanir alment fram á Landssjúkrahúsinum í morgin

LES MEIRA

Upptøkuroynd til løgfrøði

Mánadagin 26. juni verður upptøkuroyndin fyri tey, ið ætla sær at lesa løgfrøði

LES MEIRA