Skip to main content

Toke og Gunnar útgivið grein í Transactions of the American Mathematical Society

Í síðstu viku kom út greinin »Strong classification of purely infinite Cuntz-Krieger algebras« í viðurkenda tíðarritinum Transactions of the American Mathematical Society skrivað av Toke Meier Carlsen, Gunnar Restorff og Efren Ruiz.

Gunnar Restorff | |   Náttúruvísindadeildin

Í síðstu viku kom út greinin »Strong classification of purely infinite Cuntz-Krieger algebras« í viðurkenda tíðarritinum Transactions of the American Mathematical Society skrivað av Toke Meier Carlsen, Gunnar Restorff og Efren Ruiz. Toke og Gunnar starvast sum ávikavist professari og lektari á Fróðskaparsetrinum og Efren er lektari á Universitetinum í Hawaii í Hilo. Greinin er við stuðuli frá Granskingarráðnum gjørd alment atkomulig uttan hald (Open Access).

Sum part av kandidatútbúgving síni klassifiseraði Gunnar Restorff allar reint óendaligar Cuntz-Krieger algebrair upp til stabila isomorfi - og bleiv hetta útgivið í viðurkenda tíðarritinum Journal für die Reine und Angewandte Mathematik í 2006. Hetta hevði staðið opið síðani Cuntz-Krieger algebrairnar vórðu uppfunnar fyrst í 1980-unum, men serliga síðani 1995 høvdu fólk roynt at prógva - ella mótprógva - hetta.

Í greinini vórðu tveir spurningar settir: ber til at gera eina sterka klassifikatión upp til stabila isomorfi og ber til at gera klassifikatión upp til isomorfi. Síðani greinin kom út hava fleiri støddfrøðingar roynt antin at prógva hetta ella at mótprógva tað - og nú er hetta loksins svarað í hesi nýggju greinini.

Greinin er eitt av úrslitunum av tveimum granskingarvitjanum: í 2015 var Gunnar á granskingarvitjan á Universitetinum í Hawaii og arbeiddi saman við Efren og í 2016 vóru allir tríggir høvundarnir á granskingarstovninum Institut Mittag-Leffler í Stockholm.

Í støddfrøði er ikki neyðugt við starvsstovum og empiriskum data til at seta hol á nýggjar verkætlanir, men her eru granskingarvitjanir - har arbeitt verður intensivt saman í fleiri dagar - av alstórum týdningi fyri at fáa gjøgnumbrot í nýggjari gransking.

Leinki til greinina: https://doi.org/10.1090/btran/14 (open access)

Lestrarhøli á Býarbókasavninum

Møguleiki er at nýta lestrarhølið á Býarbókasavninum 26. juni - 20. august

LES MEIRA

353 umsóknir til hægri lestur á Setrinum í 2017

Samlaða talið av umsóknum til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya í 2017 er 353.

LES MEIRA

Deildarskrivstovurnar stongdar í summarfrítíðini

Deildarskrivstovurnar og Lestrarskrivstovan hava stongt í summarfrítíðini.

LES MEIRA