Markleys útbúgving

Kunning til fráfaringarflokkar á miðnámi

Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum, men onnur, sum ynskja kunning um útbúgvingarmøguleikar, er eisini vælkomin.

Markleys Útbúgving hevur eisini sína egnu heimasíðu, har framløgur frá seinasta tiltakinum eisini eru at finna (ask.fo/MU)

Næsta tiltakið av Markleys Útbúgving verður fyriskipað hósdagin 13. september 2018 í norðurlandahúsinum

Altjóða Skrivstovan (ASK) samstarvar við MFS, Setrið og Lestrarvegleiðarafelagið um at geva miðnámsnæmingum eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving.

Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir íblástur og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.

Tiltakið bjóðar felags fyrilestrar, og møguleiki er eisini fyri at tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri útbúgvingarstovnum í serligum básum.

Í básunum eru umboð frá føroyskum útbúgvingarstovnum, umboð úr norðurlondunum og øðrum londum í og uttan fyri Europa.

Talan er um bæði føroyskar og útlendskar vegleiðarar. Harumframt luttaka núverandi og fyrrverandi føroysk lesandi og geva góð ráð til framtíðarlesandi.