Finland

Á hesi síðuni ber til at lesa um Finnland sum lestrarland, hvussu lesturin og útbúgvingarnar vera skipaðar og annað sum er vert at hava í huga, tá ið tú hugsar um at lesa í Finnlandi.

Um Finnland sum lestrarland
Tað er ikki vanligt, at útlendingar leita sær til Finnlands í lestrarørindum, men hægru útbúgvingarnar í Finnlandi gerast alt meiri kendar, tí landið ger nógv burturúr alheimsgeringini á útbúgvingarøkinum. Finsku lærustovnarnar hava støðugt fleiri og fleiri tilboð til útlendskar studentar og nú eru nógvir útbúgvingarmøguleikar á enskum og svenskum, sum kunnu nýtast av føroyskum, norðurlendskum og altjóða studentum. Sambært reglum gjørdar av Norðurlandaráðnum verður lestur í einum norðurlandi góðkendur í øðrum norðurlandi.

Útbúgvingarskipanin
Hægri útbúgvingar í Finnlandi eru á bæði universitetum (yliopisto) og á lærdum háskúlum (ammattikorkeakoulut/yrkeshögskolor). Í Finnlandi eru 20 universitet og 30 lærdir háskúlar. Okkurt um 3500 útlendskir studentar lesa í Finnlandi. Finska útbúgvingarskipanin var stórliga broytt fyri nøkrum árum síðani. Nú er hægri lestur býtt í 3 stig: Bachelor's Degree (kandidaatti/kandidat), Master's Degree (maisteri/magister) og Doctor's Degree (tohtori/doktor). Innan flestu fakumráði ber eisini til at lesa Licentiate's Degree (lisensiaatti/licentiat) eftir masterútbúgving og innan Doctor's Degree. Tað tekur í minsta lagið 3 ár ár at lesa bachelor (120 credits), og minst 5 ár at lesa master. Normeraða lestrartíðin fyri Licentiate's Degree er 2 ár og fýra ár fyri Doctor's Degree.

Lærdu háskúlarnir (ammattikorkeakoulut/yrkeshögskolor) bjóða útbúgvingar, sum eru meiri yrkisútbúgvingar enn tær, sum eru á universitetunum. Eitt úrslit av broytinginum var at háskúlarnir blivu broyttir frá at vera yrkisskúlar til at vera stovnar fyri hægri útbúgvingar. Tað eru 30 slíkir háskúlar í Finnlandi. Vanliga tekur tað 3½ ár (140 credits) til 4 ár (160 credits) at taka eina útbúgving á háskúlunum, vanliga eru starvsvenjingar partur av útbúgvingini

Undirvísingarmál
Undirvísingarmálið er í høvuðsheitum finskt, men nógv skeið eru eisini á svenskum og enskum.

Lestur á svenskum í Finnlandi
Studentar, sum ætla sær at lesa í Finnlandi, kunnu velja um teir ætla sær at lesa á finskum, svenskum ella enskum. Høvuðsmálið er finskt, men nakrir stovnar hava svenskt sum høvuðsmál. Á fleiri stovnum í Helsinki er málið bæði finskt og svenskt, og tað ber til at taka prógv og fáa vegleiðing á svenskum, men kanna hvussu umstøðurnar eru á teimum einstøku stovnunum.

Lestur á enskum í Finnlandi
Í løtuni eru fleiri enn 300 skeið á enskum. Nøkur av teimum eru stutt skeið, sum kunnu vera partur av eini heilari útbúgving, men tað eru eisini heilar útbúgvingar, sum eru á enskum. Center for International Mobility (CIMO) veitir kunning um útbúgvingar á enskum í Finnlandi. Eisini er nógv kunning at finna á Study in Finland og her er kunning fyri altjóða studentar, ið kanska ynskja at lesa á enskum.

Lestrarárið
Akademiska árið í Finnlandi er býtt í tvær lestrarhálvur, eina heysthálvu, sum er frá september til miðjan desember og eina várhálvu, sum er frá miðjan januar til miðjan mai.

Próvtøl
Finska próvtalaskipanin er ymisk frá stovni til stovns. Vanliga er talan um ein lítlan stiga frá 1 til 3 ella frá 1 til 5 har 3 og 5 eru hægstu próvtøl. Staðið og ikki staðið er eisini nógv brúkt.

Skiftisavtalur og partslestur
Um lærustovnurin hjá tær ikki bjóðar tær útbúgvingar ella tey skeið, sum hava tín áhuga ber til at taka partar av útbúgvingini í øðrum landi. Tú má seta teg beinleiðis í samband við útlendska lærustovnin og biðja um kunningartilfar, umsóknarbløð og annað. Til ber at taka eitt ella eitt hálvt ár á útlendska lærustovninum. Tá ið lestrarætlanin er greið skalt tú fáa tín lærustovn at góðskriva lestrarætlanina, so tað verður partur av útbúgvingini hjá tær. Hetta skal gerast, áðrenn tú fert undir lesnaðin í útlandinum. Útbúgvingar sum taka upp til eitt ár og sum eru partur av hægri lestri kunnu fáa SU stuðul.

NORDPLUS
NORDPLUS er samstarvsskipanin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum lættir um hjá lærarum og studentum í Norðurlondum at fara í annað norðurland at lesa partar av útbúgvingini. Kravið er, at tú hevur lisið minst eitt ár á tínum lærustovni. Set teg í samband við stovnin at frætta meira. NORDPLUS-netverkið NORDLIKS (NORdisk LItteratur, Kultur og Språk) er til dømis ein partur av NORDPLUS. 

Upptøkutreytir
Fyri at sleppa inn á finsk universitet og lærdar háskúlar, skal studenturin prógva vanligan lestrarførleika frá miðnámsskúla ella samsvarandi. Eitt føroyskt miðnámsskúlaprógv váttar hendan førleikan.

Mannagongd í samband við umsókn
Umsóknarfreistirnar eru ymiskar frá stovni til stovns. Vanliga eru umsóknarfreistirnar til lægru útbúgvingarnar (kandidaatti/kandidat) millum januar og mai. Til framhaldsútbúgvingarnar er vanliga rullandi upptøka, t.v.s. at stovnarnir viðgera umsóknirnar so hvørt sum tær koma.
umsóknarbløð fáast á lærustovnunum.

Góðkenningar
Sum heild kann sigast, at er útbúgvingin og stovnurin góðkendur sum hægri útbúgving og er góðtikin av myndugleikunum í landinum, so er útbúgvingin eisini góðtikin í Føroyum/Danmark. Heitini sum tú fært í útlandinum nýtast ikki at týðast til okkara cand.mag og líknandi heiti.
Vilt tú kortini hava at útbúgvingin verður mett eftir t.d. teimum donsku reglunum fyri t.d. at sleppa at brúka tey donsku heitini, kanst tú seta teg í samband við FIVU, tey kunnu geva tær eina meting av útlendsku útbúgvingini.
Hevur tú tikið partar av eini útbúgving í útlandinum t.d. fyrsta árið av eini útbúgving og ætlar tær at lesa restina í einum øðrum landi, t.d. Danmark, so skal søkjast beinleiðis til lestrarnevndina á deildini tú ætlar tær at lesa á. Tey meta so um útbúgvingina og um hvussu hon hóskar til donsku skipanina. FIVU kann í slíkum førum vegleiða.

Serligar yrkisútbúgvingar
Summar útbúgvingar krevja eitt annað slag av góðkenning. Tað eru yrki sum hava vard heiti og sum koma undir serligar lógir og kravt verður at longdin, bygnaður og innihald eru í samsvari við donsku skipanina. Dømi um slíkar útbúgvingar eru serliga innan heilsuøkið, har tað krevst autorisatión at virka sum t.d. lækni, tannlækni, sálarfrøðingur, fysioterapeutur, ergoterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur og jarðamóðir. Umsókn um góðkenning av slíkum útbúgvingum skal ikki sendast til FIVU, men til avvarðandi myndugleikar. Eitt sindur av nærri kunning um evnið fæst her.

Fígging
Vanliga skal skúlagjald ikki gjaldast í Finnlandi, men eitt lestrargjald, sum er millum 30 og 85 evrur árið. Sum í hinum Norðurlondunum ber til at søkja um SU til vanliga livikostnaðin t.v.s bústað, mat og bøkur. Summir stovnar krevja skúlagjald og til ber at søkja SU um stuðul til skúlagjaldið.
Skalt tú fáa SU við tær í útlandið, krevur tað at tú fyrireikar teg í góðari tíð – helst fleiri mánaðir – søkir um at fáa útbúgvingina góðkenda. Tað ger tú við at útfylla oyðublað, sum eitur ANSØGNING om godkendelse af uddannelse i udlandet til SU og udlandsstipendium.  Ferðastuðul verður latin. Treytin er at útbúgvingin skal vera longri enn seks mánaðir. Meiri fæst at vita á heimasíðuni hjá Studna.

Grunnar
Um tær tørvar pening, tá ið tu leggur fíggjarætlanina – tað er rættuliga vanligt – og tú hvørki hevur nóg góða uppsparing ella kann tráðroyna foreldrini so ber til at lána pening frá Studna og SU. Ein annar møguleiki er at søkja pening úr ymsum grunnun sum lata lesandi stuðul. Eitt yvirlit sæst her.

Bústaðarmøguleikar.
Tað kann vera trupult at finna bústað í Helsinki. Best er sjálvsagt at leita í góðari tíð. Tað kann vera lætt at fáa studentabýli og tey eru ikki so fá í Finnlandi. Tey vera skipað og umsitin av studentafeløgunum á lærustovnunum. Set teg í samband við altjóða skrivstovuna á stovninum (International Office), tey kunnu møguliga hjálpa. Oftani hjálpa stovnarnir við altjóða næmingum teimum at finna býli.
Annars ber til at hyggja á hesa síðuna.
Um útreiðslurnar til íbúð eru ov stórar ber til at søkja um stuðul. Set teg í samband við kommununa har tú býr so kunnu tey siga um tú hevur rætt til stuðul.

Hentar heimasíður hjá teimum sum skulu lesa í Finnlandi 

Study in Finland - Her stendur, hví mann skal lesa í Finnlandi, hvussu mann søkir, hvussu tað er at liva har o.s.fr.

soa.fi - Portalur við til at finna bústað við.

Center for International Mobility(CIMO) - CIMO virkar fyri altjóða samstarvi og flytføri við serligum atliti til útbúgving, arbeiðslív, mentan og ung.

Opetus- ja kulttuuriministeriö - Heimasíðan hjá finska undirvísingarmálaráðnum.