Kekklistin til val av útbúgving

Týdningarmikil ting at hugsa um tá útbúgving og lestrarstað skal veljast 

  • Hvat er endamálið og bygnaðurin við útbúgvingini?
  • Hvørjir eginleikar og hvørjar fortreytir krevjast?
  • Kann eg gera lesturin lidnan á fleiri stigum/"niveauum"?
  • Hvørjar møguleikar havi eg fyri eftirútbúgving?
  • Hvørjir frálæruhættir verða nýttir? Og hvussu valfríir eru hættirnir?
  • Hvørjir eru próvtøkuhættirnir og hvussu kunnu teir veljast?
  • Hvussu langt er innleiðsluskeiðið og er tað tvinnað inn í frálæruna tað fyrsta árið?
  • Verða nýttir lesibólkar, lestrarferðir og tvørfakligar verkætlanir?
  • Eru lesandi sett í starv til at hjálpa og vegleiða, partvís við lestrarbyrjan, partvís gjøgnum útbúgvingartíðarskeiðið?
  • Hvørji eru tey útbúgvingarserstøku upptøkukrøvini (atgongdsgevandi prógv, meðalúrslit, lærugreinir)?
  • Hvørjir møguleikar eru fyri upptøku, um mítt meðal er ov lágt?
  • Hvørji sosial tiltøk eru, so tað er skjótt at koma inn í lestrarumhvørvið?