UCAS vegleiðing

Vegleiðing í at fylla út UCAS-oyðublað 2018/2019

Um tú ætlar tær at søkja um upptøku á bachelor í Bretlandi, mást tú skráseta teg sum brúkara á www.ucas.com undir ”Apply and track” –   ”Start an undergraduate application”
Góð vegleiðing er á heimasíðuni og á online-oyðublaðnum. Hvørt punkt hevur eitt ”?”, og har eru týdningarmestu frágreiðingarnar at finna.

Trýst á ”Apply for courses 2018”
Haðani kemur tú inn á síðuna “Register and log in”. Har skalt tú velja ”register and apply 2018 entry”.
Fylg vegleiðingini, tá tú fyllir “Personal details” út. Vel loyniorð og 4 trygdarspurningar við røttum svari. Trýst á “next”, fyri at gera fyrsta part av skrásetingini lidnan og ger eitt brúkaranavn. Skriva brúkaranavn og loyniorð niður, tí tú skalt brúka tey til at byrja uppá umsóknina, og hvørja ferð tú ritar inn aftur.

Viðvíkjandi spurninginum ”How are you applying?”, skalt tú sum føroyskur umsøkjari við eini bakgrund úr føroyskum skúla velja ”As an individual”. Síðani setur tú krossin, at tú býrt uttanfyri UK. Nú kemur spurningurin um at upplýsa ”Verification code”. Kotan eigur at vera komin á tín teldupost og skal skrivast í opna teigin.                                            
Tá skrásetingin er liðug, skalt tú byrja uppá sjálva umsóknina. UCAS-umsóknin hevur 6 høvuðspartar: Personal details, (Student finance), Choices, Education, Employment, Statement og Reference. Teigar sum skulu fyllast út eru merktir við *.

1. Personal details
Byrja við at gera “Personal details” liðugt. Flestu upplýsingarnar eru longu útfyltar í sambandi við skrásetingina. Kanna um upplýsingarnar eru rættar. Skriva hvørjum landi tú ert fødd/ur í. Is your permanent home in the UK?  “NO”               
Undir ”Date of first entry to live in the UK” nevnir tú dagfestingina, tá tú ætlar tær til Bretlands at lesa. Dagfestingin er ikki bindandi, men vegleiðandi. 15. september kann vera eitt dømi.
”Nationality”: Vel ríkisborgaraskapin, sum stendur í tínum passi “Danish” ((IKKI “Faroese”)).
”Dual nationality”: Har skal einki standa.
”Area of permanent residence”: Vel ”Faroe Islands”.
”Residetial category”: Vel ” EU National (non-UK Citizen)”, um tú ert danskur ríkisborgari búsitandi í Føroyum.
”Reference numbers”: Her skalt tú skriva skrásetingarnummarið til málroyndina, um tú hevur tikið eina ella meldað teg til eina. Annars skalt tú einki skriva.
“Passport details”: Danskir ríkisborgarar við reyðum passi skulu ikki hava visum. Um tú hevur reytt pass, skalt tú ikki skriva undir hesum teiginum. Grønt pass krevur ”Entry Clearence”.
”Student support/Fee code”: Vel “09 International Agency”, um tú fært stuðul frá Studna til tuition fees í Onglandi, Wales ella Norðurírlandi. Til útbúgvingar í Skotlandi skalt tú skriva “02” og velja “Student AA Scotland” við Student support arrangements. Til spurningarnar, um tú hevur búð og arbeitt í EU (hevur EU-pass) og um tú hevur foreldur ella maka, sum eru EU-borgarar (hava EU-pass), skalt tú svara ”Yes” í báðum førum.
Tú skalt kunna um ”Criminal convictions”, um hetta er galdandi fyri teg.
Við “Nominated Access”, skalt tú bara skriva nakað, um tú ynskir, at onkur skal kunna tosa um tína umsókn við UCAS og universitetini, um tú ikki ert tøk/ur.
”Disability/Special needs”: Um hetta ikki er galdandi fyri teg, skalt tú trýsta á ”see list” og velja ”No disability.”
Tá hesin parturin av umsóknini er liðugur, skalt tú trýsta á ”save” og kross við ”section completed”.

”Student finance”: Set eitt frámerki í “I have read these details”. Koyr flugubein í ”section completed” og trýst síðani ”save”, og annars skalt tú einki annað gera.

2. Choices  
Her skalt tú velja útbúgving og stovn. Tú hevur í mesta lagi 5 valmøguleikar. Søkir tú um at lesa medisin, til djóralækna ella til tannlækna, kanst tú í mesta lagi velja 4 skúlar. Tú kanst ikki gera ein raðfestingarlista yvir stovnarnar, tí teir verða automatiskt skipaðir eftir alfabetinum.
Tú kanst ikki søkja bæði á Oxford og á Cambridge.
”Institution code”: Trýst á ”see list” og finn títt universitet.
”Course code”: Finn tína útbúgving á listanum.
”Campus code”: Er vanliga ”Main site”.
Finn ”Start date” á listanum.
Trýst á “?” við síðin av ”Further details”, tí tað kann vera, at tað er galdandi fyri teg.
”Live at home?”: Vel “no”. Um tú søkir upptøku til fyrsta árið av eini bachelorútbúgving, skal “Point of entry” standa opið.  Koyr eitt flugubein í “section completed” og trýst til síðani á “save”.

3. Education
Her skalt tú skriva prógvið og aðrar viðkomandi útbúgvingar við próvtølum. Um miðnámsútbúgvingin ikki er liðug ella tú ert í holt við aðra útbúgving, skalt tú kortini skriva hvørji fak ella skeið tú hevur tikið higartil. Tað er ikki neyðugt við próvtølum frá fólkaskúlanum.
Byrja við at trýsta ” add new school/college/centre”. Leita eftir tínum skúla. Vanliga finnur tú ikki skúlan hjá tær her. Vel síðani “My school/centre is not listed here” ”No matches found” –Click here to enter mu school details manually. Nú fært tú møguleikan at skriva navnið á skúlanum.  Lat “Exam centre number” standa tómt.
Skriva dagfestingina nær tú byrjaði og nær tú endaði útbúgvingina. Verður útbúgvingin ikki liðug fyrr enn í summar, velur tú juni 2018. Um útbúgvingin leiðir til eina próvtøku, velur tú ”yes” við næsta punkt. Trýst síðani á ”save”. Tá tú hevur skrásett skúlan skulu próvtølini leggjast afturat.
Vel: ”Select highest level before you start Your course”: ”Below Honors degree qualifications”.
Trýst “add qualifications”.
Skriva “O” og vel “other (intern. EU Qualifications)”.
Við “Subject/title” skalt tú skriva: “Upper Secondary School Exam”.
“Qualification date”: Dagfestingin fyri nær útbúgvingin endaði ella endar.
Við “Exam” skriva MMR! Undir “Grade” skal miðalpróvtalið skrivast! Ert tú ikki liðug/ur – skal teigurin standa tómur.
”Module/unit 1”: Øll fak skrivast við stigi og møguliga munnligt og skrivligt. T.d. ”English – level A – written”.
”Qualification date”: Mánaður og ár, tá próvtøkan var.
“Grade”: Skriva árspróvtøl/royndarpróvtøl t.d. 8/9. Vel síðani ”add a new module”.
Síðani skalt tú skriva øll fakini, sum eru á próvnum.
Skriva eitt fak við at trýsta á ”add another module”. Halt á við at nevna fak og próvtøl.
Um tú ikki hevur verið til próvtøku, skalt tú velja hvørji fak tú hevur hetta árið, men lata teigin ”Grade” standa tóman.
Tá hesin parturin av umsóknini er liðugur, trýstir tú á ”section completed” og trýst´síðani á ”save”.

4. Employment
Hevur tú arbeiðsroyndir, skalt tú skriva tær í “Employment”.
Trýst “add an employer” og fylg vegleiðingini. Um tú ikki hevur arbeiðsroyndir, trýst so á ”section completed” og “save”.

5. Statement
Hetta er ein týðandi partur av umsóknini. Stórur dentur verður lagdur á ”Personal Statement”, tá skúlin metir um tína umsókn. Nýt tíð til at arbeiða við hesum í einum øðrum skjali, og set síðani alt Personal Statement/motivatiónsbrævið inn í tann stóra tóma teigin. Tað er mark fyri, hvussu nógv títt ”Personal Statement” kann fylla, so ansa eftr, at tú heldur teg innanfyri loyvda markið. Trýst á ”save” og ”preview” og koyr síðani flugubein í ”section completed”, sum er á síðuni, sum kemur fram. Góð vegleiðing til at skriva Personal Statement er at finna á www.ucas.com.

6. Reference
Her skalt tú skriva navn og upplýsa ein persón, sum kann skriva eitt ummæli av tær. Tað skal vera ein við akademiskari bakgrund (lærari, vegleiðari o.s.fr.) Hesin persónurin fær ein teldupost frá UCAS, og verður biðin um at senda eitt ummæli elektroniskt. UCAS skal hava ummælið, áðrenn tú kanst senda lidnu umsóknina avstað. Tú kanst kanna, um umsóknin er í lagi við at trýsta á ”View all details”. 
Síðani skalt tú gjalda og senda umsóknina. Tað seinasta tú gert í hesi atløgu er at velja ”Pay/send”.

                           Holger Arnbjerg  –   www.setur.fo/ASK   -    holgera@setur.fo   –     tlf. 29 25 13