IELTS roynd

Heimsins best umtókta roynd í enskum

IELTS er helst heimsins best umtókta roynd í enskum máli fyri tey, sum ynskja at flyta millum lond at lesa á hægri lærustovnum.

Í Føroyum ber nú til at taka ensku málroyndina - IELTS - ístaðinfyri TOEFL royndina. IELTS royndin er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja.

Til ber at melda seg til IELTS-royndina frá 20.11.2017

IELTS-royndina er løgd til at verða í Tórshavn leygardagin 19. mai 2018.

Tú tekna teg tá til royndina við at fara inn á https://ielts.britishcouncil.org/edu. Far til breddan til vinstru "Find Test Date" og útfyll upplýsingarnar har, og fylg so vegleiðingini á síðuni.

Prísurin er 2.425 kr.

Melda teg til í góðari tíð, í seinasta lagi 8 dagar áðrenn royndina.
Úrslitini koma 2-3 vikur aftaná royndina.

Fylg leiðbeiningini, og tá tú hevur teknað teg, fært tú ein teldupost, ið sigur, hvat tú síðani skalt gera. Um góðskan verður nóg góð, ber væl til at skanna skjølini og senda tey við telduposti.

Tú kanst lesa meiri um royndina HER.