Føroyamálsdeildin

Føroyskt mál og føroyskar bókmentir

V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
fmd(at)setur.fo

Avgreiðsla: 

Mánadag-fríggjadag 
kl. 09.00-13.00

Telefonavgreiðsla:

Mánadag-fríggjadag
kl. 09.00-15.00

Um deildina

Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum. Eingin annar stovnur í heiminum hevur hetta starv um hendur. Tí miðar Føroyamálsdeildin eftir at fremja gransking á altjóða stigi og at bjóða fram dygdargóðar útbúgvingar á BA- og MA-stigi. Umframt føroyskt mál og føroyskar bókmentir veita námini innlit í bókmentir og mál í hinum Norðurlondunum.

Granskingin á Føroyamálsdeildini er støðið undir útbúgvingunum. Granskingin verður útint úr somu vísindaligu sjónarhornum og við somu háttaløgum sum hugvísindalig mál- og bókmentagransking yvirhøvur nýtir.

Námini í føroyskum hava serstøðu sum nám í móðurmálinum. Studentarnir læra vísindalig háttaløg, ástøði og søguligu bakgrundina hjá tí, sum teir longu duga og kanska halda seg vita tað mesta um, nevniliga munnligt og skrivligt føroyskt, føroyskar bókmentir og føroyska mentan.

Útbúgvingarnar leggja høvuðsdentin á føroyskt mál og føroyskar bókmentir frá elstu tíð til okkara dagar og sýna samband teirra við søguna og mentanina sum heild. Námsgreinin skal eisini lýsa støðu teirra í millumtjóða sjónarringi við atliti fyrst og fremst at norðurlendskum málum og bókmentum.

Undirvíst verður á ymsan hátt: fyrilestrar, studentaframløgur, skrivligar venjingar og uppgávur, orðaskifti í bólkum og flokki, seminar og leiðbeining.

Studentur, ið hevur staðið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-námið, sum er 2 ára framhaldslestur eftir staðið BA-prógv.

Eisini er møguleiki at taka samansett MA í føroyskum. Tá kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjágrein. Útbúgvingin gevur førleika til at undirvísa í tveimum lærugreinum í miðnámsskúlunum.

Eftir serligum treytum ber til at lúka granskaraútbúgving, ph.d., á deildini í málsligum ella bókmentaligum evni.