Lestrarskrivstovan
Lestrarskrivstovan (LSS) veitir kunning, stuðul og hjálp til komandi, verandi og farandi lesandi á Setrinum.
Lestrarskrivstovan hevur ábyrgd av árligu upptøkuni, tá lesandi søkja inn á Setrið. Eisini skipar Lestrarskrivstovan fyri innleiðsluvikuni og –veitsluni í samband við lestrarbyrjan. Harumframt eru fleiri aðrar uppgávur, ið Lestrarskrivstovan tekur sær av, eitt nú at gera hagtøl um lesandi, trivnaðarkanningar og eftirmeting. Eisini ber til hjá lesandi, ið lesa á útbúgivngarstovnum uttanlands, at søkja um at taka próvtøkur sínar á Lestrarskrivstovuni, t.d. tá tey eru heima í jóla- ella summarfrí.
Lesandi á Setrinum kunnu eisini venda sær til Lestrarskrivstovuna fyri at fáa skjalprógv til t.d. próvtalayvirlit og lestrarváttanir til t.d. Sveiggj-ferðaseðlar og Finsen.
Lestrarskrivstovan er partur av miðfyrisitingini á Setrinum, og samstarvar við allar eindir á Setrinum til tess at tryggja greiðar mannagongdir fyri bæði lesandi og starvsfólki.
Lestrarskrivstovan arbeiðir í tøttum samstarvi við Altjóða Skrivstovuna (ASK), sum vegleiðir lesandi, sum skulu uttanlands at lesa - t.d. sum skiftislesandi - ella í starvslæru. Les meira um Altjóða Skrivstovuna HER.
Á Lestrarskrivstovuni starvast fýra fólk: ein samskipari, eitt skrivstovufólk, umframt tveir studentahjálparar.